Lýsing
Lýsing
Lýsing

Køkukapping á Føroya Sjómannadegi 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.08.2024 - 10:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Stóra køkukappingin er vorðin ein fastur táttur á skránni á Føroya Sjómannadegi, og tað verður hon sjálvsagt aftur í ár. Sum áður, so verður kappast um besta smakk, besta teknikk og besta kreativitet. Men hvat er tað, ið vit leita eftir?

 

Er besti smakkurin altíð ein nýggjur smakkur? Ella ein nýggj samanseting av smakkum? Ella bara sannførandi kvalitetur í smakki? Jú, alt hetta kann skora eitt fyrstapláss, um tað sigur "spar 2" í gómanum.

Hvat er teknikkur? Her verður hugt eftir háttalagnum, sum er brúkt og hvussu væl hátturin megnar at fáa køkuna at taka seg so flott út sum gjørligt. Teknikkir koma til sjóndar bæði innan og uttan. Hevur køkan eitt flott snitt? Eru løgini týðilig og klár? Nógvir teknikkir kunnu nýtast til at fáa køkuna at síggja skarpa út. Væl smurd ella blank sum ein spegilsmynd. Ella kanska okkurt sprøklut pynt ið skilur seg út? Nógvir eru hættirnir og kanska tit kenna okkurt serligt, ið tekur okkum av bóli.

Og síðani er tað kreativiteturin. Hvat er tað í køkuhøpi? Her eru skapandi evnini fremst í huga. Mest kreativa kakan er ofta ein køka, ið sigur eina søgu, ella fær tankar okkara inn í ein spælandi heim. Krøvini til uttaru útsjónd telja tá meiri, enn teknikkur og smakkur, tó at tað framvegis skal vera talan um kaku. Í øllum hesum, so verður sjálvsagt kapping um, hvør stendur seg best, og mangan er torført at døma ímillum allar tær avbera flottu køkurnar.

Reglan er, at hvør luttakari lutekur við max einari køku.

Hvør luttakari fær 300 krónur fyri at luttaka.

 

Dómarar í ár eru:

  • Ranvá Adelheid Knudsen
  • Elsbet Heðinsdóttir Christiansen
  • Jona Elisa Andreasen

 

Køkurnar skulu latast inn í hølini hjá Fullpower Klaksvík ímillum klokkan 11:30 og 12:00 leygardagin 17.august.

Umleið klokkan 15 verður úrslitið kunngjørt á Stóra Palli, og eftir hetta verður møguleiki at síggja og smakka kakurnar í smáttunum við stóra pall.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin