Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útlendskar revsiváttanir mugu ikki gerast samfelagsligir koddar

SKRIVAÐ: Eirikur í Jákupsstovu  |  12.08.2024 - 15:07 Politikkur Tíðindaskriv

Vit eru næstan øll samd um, at allir útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða skulu vísa sína revsiváttan. 

Ítøkiliga, kundi tað ført til, at tað sannlíkt ikki var hent, at ein kvinna í vár brutalt varð álopin, har tann nú skuldsetti er dømdur drápsmaður í sínum heimlandi. Eg gangi út frá, at mann í løtuni er í gongd við at kanna, hvussu hetta krav kann setast. 

Men vit mugu ansa sera væl eftir, at eitt slíkt “quick fix” ikki verður øll loysnin. Eg havi ikki nógv at hava tað í, men hjá okkum óvitandi er skjótt at hugsa, at mann summastaðni kann fáa fatur á einari hóskandi revsiváttan, ið møguliga ikki samsvarar við veruleikan. 

Tað er eisini púra vist, at ein revsiváttan ikki ger, at mann ikki hevur fingist við kriminalitet ella fer at fáast við kriminalitet. Tað kenna vit eisini frá okkara egna nærumhvørvi, har málið við barnaváttanum hevur lýst kjakið væl. Tað er avgjørt ikki órímiligt at krevja revsiváttani og eg trúgvi ikki , at nakað pappírsarbeiði við útlendskari arbeiðsmegi verður nakað serliga nógv tyngri enn tað longu er. 

Eg eri bara bangin fyri, at hesar revsiváttanir blíva svarið uppá alt ov nógv, og um vit tí ikki sum borgarar, arbeiðspláss og kanska serliga politisk skipan ikki taka útlendingapolitikk og integratión í nóg stórum álvara. 

Tí nú hava vit “gjørt okkurt” við revsiváttanum. 

Vónandi verður tað ikki soleiðis. Vónandi megna vit at lofta hesari avbjóðingini arllari sum hon er. Vit hava kanska kjansin nú. Seinni verður øgiliga sannlíkt for seint. Fyrstu stigini er at seta integratiónsátøkini í gongd, sum longu liggja í kortunum. Tað stóra takið er síðan at yvirtaka útlendingaøkið og semjast um, hvussu vit frá grundini fáa skapt eina lóggávu, sum riggar til okkara samfelag.

 

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag