Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjólund á Borðoyarvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen  |  13.08.2024 - 08:24 Myndarøð Tíðindi Vinna

Janus Joensen hevði ein fyrilestur á Sjónámi mánakvøldið 12. august. Har var fult hús og fyrilesturin gekk eisini sera væl. Hann snúði seg um at lýsa vinnukavara-útbúgvingarnar, sum kunnu takast í Klaksvík, eins og innihaldið í vinnukavarayrkinum og kavaravinnuni í dag. Eisini varð komið inn á avbjóðingar og møguleikar í yrkinum, og at enda varð komið inn á nýggju Sjólundina, ið verður staðsett á Borðoyarvík

 

 

Vinnukavaraútbúgvingarnar eru skipaðar í trimum modulum; grundskeiði, slangukaving niður á 30 metrar og slangukaving niður á 50 metrar. Tað ger, at fólk sum ynskja at taka vinnukavaraútbúgvingar í Føroyum, kunnu gera tað í stigum, og tað ger útbúgvingarnar meira smidligar. Tað gevur útbúgvingunum ein fyrimun fram um hinar útbúgvingarnar, kappast verður við.

 

Best millum javnlíkar

Í løtuni er ongin vinnukavaraútbúgving í hvørki Grønlandi ella Íslandi. Ísland mennir tó kavarar, men tað er innanvert tilbúgvingina, sløkkilið og løgregluna, og harvið ikki vinnuligt. Noreg hevur vinnukavaraútbúgvingar, men har er tað skipað sum háskúlaútbúgvingar, har tað eitt nú tekur ½ ár at gerast frálanda-kavari.

Á Holmen í Keypmannahavn var í 135 ár ein kavaraútbúgving hjá donsku sjóverjuni, Søværnets Dykkerskole, og var føroyingurin Tummas Sjúrðarberg undirvísingarleiðari har. Tummas varð spurdur til ráðs, tá føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar byrjaðu, og eitt av úrslitunum var, at útbúgvingin fylgir einum internationalum standardi, ið ger, at næmingarnir eftir lokna útbúgving hava lætt við at fáa sína útbúgving viðurkenda eisini uttanlanda.

Útbúgvingarnar til vinnukavara leggja seg serliga eftir fiskivinnuni og alivinnuni. Kavararnir eru ein týðandi partur av undirstøðukervinum í alingini, og tað verða gjørdar kanska 20.000 einstakar kavingar bert innan alingina. Uppgávur fevna m.a. um at viðlíkahalda skrúvur á skipum og bátum, polera tær, skifta ekkoloddsbotnar, at reinsa botnar á skipum og at vera við til at byggja kaiir. Tá ið tað verður kavað í dag, sigur regluverkið, at í minsta lagi 3 fólk skulu vera til arbeiðis. Tað merkir, at ein einstakur kavari ongantíð kavar í vinnukaving, uttan at 2 onnur eru hjástødd.

 

Sjólund

Sum nakað nýtt verður arbeitt við at gera eina sjólund á Borðoyarvík. Í 2016 varð báturin Reynsmúli søktur á víkini, og beint nú verður Nónhamar, sum liggur á Stongunum, reinsaður til sama endamál og verður søktur ímorgin. Ætlanin er at lata fólk síggja tað sjólívið, sum er í Borðoyavík og í sjónum sum heild, og sjólundin skal virka júst sum ein viðarlund, bert undir saltvatni. Djór og plantulív verður verandi í sínum vanliga gerandisumhvørvi, og fólk fara so út í náttúruna at síggja tey. Heldur enn at vitja ein zoologiskan hava, har djórini verða tikin úr sínum natúrliga habitati og flutt til fólk at síggja, er rákið, sum m.a. nýggja Sjólundin gerst partur av, at fólkið fer út at vitja djórini, har tey eru.

Sjólundin vendir sær bæði til frítíðarkavarar, gransking, vitjandi og ferðafólk. Ætlanin er at fáa samstarv í lag við gistingarhúsini í Klaksvík, og tað er upplagt at skapa eina vinnu (ferðavinnu og gransking) burturúr sjógvi okkara, sigur Janus at enda.

 

Janus Joensen saman við The Grand Old Man innan kaving í Føroyum, Heri Mørkøre, fyrrverandi landsapotekari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…