Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Jóhan Damgarð Eysturdal

SKRIVAÐ: Annfinn Danielsen  |  18.08.2024 - 13:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

 

Jóhan var føddur 25.juli 1981 og andaðist 31.juli 2024, bert 43 ára gamal.

Jóhan fór í ungum aldri av vanlukku undir arbeiði í Vestmanna. Eftir sita konan, Borghild og tey bæði fittu børnini, Nóah, 10 ár og Martha 8 ár. Mamman gongur við triðja barninum, so hetta er teimum ein tung lagna at bera og svárur missur. Men Harrin sær, og man vita nær hann skal hjálpa. Luk. 17,5

Jóhan var klaksvíkingur um ein háls og fylgdi væl við í øllum ítrótti. Mamman ber navnið Irena, og eigur Jóhan fýra systkin í Klaksvík. Pápin er búsettur í Danmark, og eigur Jóhan tvey systkin niðri. Í barnaárunum búði hann fyrstu árini saman við móðir síni hjá ommu og abba sínum á Biskupsstø, og kom soleiðis at verða nógv á spæliplássinum í Jørundsgøtu í barnaárunum. Har hitti hann sínar javnaldrar, sum spældu so hugagóðir fótbólt. Teir hildu allir við Liverpool, og fingu sær nøvnini á hetjunum hjá sær. Jóhan æt Neil Ruddoch, kendur verjuleikari hjá Liverpool.

Jóhan var stórur á vøkstri, sera skilagóður spælari, hann var lámur, og hevði eitt sera hart skot. Millum dreingirnar vóru Olav Færø, Rógvi Laksáfoss, Jóhannes Sjóstein (Jacobsen), Julius Purkhús, Kristian á Lakjuni, Jógvan Skorheim, Høgni Biskupstøð o.a.

Seinni fór hann at venja við KÍ, og tað var soleiðis eg hitti Jóhan. Hann var stillførur, álítandi og gjørdi tað hann skuldi. Fylgdi væl við í øllum við áhuga og lítillátin. Hansara álítandi medferð gjørdi, at hann bleiv spurdur um, at verða venjari hjá einum smápiltaliði hjá KÍ. Hesir dreingir vóru sera góðir við henda tolna, eitt sindur smædna og stillføra unglingin.

Hann búði nøkur ár niðri, og lærdi har til elektrikara hjá Stryhn Electric í Keypmannahavn, og treivst sera væl í sínum arbeiði. Fyri fýra árum síðani, tá elsti sonurin skuldi í skúla valdi familjan at koma aftur til Klaksvíkar, og búsettust á Biskupsstø, har bæði Jóhan og Borghild høvdu sín uppvøkstur. Tey ynsktu at børnini skuldu fáa eins góðan og tryggan uppvøkstur, sum tey sjálvi høvdu havt í hesum serstaka grannalagi.

Heimkomin aftur til Klaksvíkar arbeiddi Jóhan fyrst hjá elektrikarafyritøkuni RV-Tøkni í Klaksvík, til hann fór at arbeiða hjá PAM Offshore Service í Noregi. Hann hevði júst fingið sær farloyvi nakrar mánaðir, tá hann ynskti at verða heima nú triðja barnið skuldi koma, og hevði fingið arbeiði hjá Blikksmiðjuni, ið ger eitt arbeiði fyri SEV, tá vanlukkan hendi.

Jóhan var dugnaligur og arbeiðssamur, og dámdi sítt arbeiði, men fremst stóð familjan og børnini. Smádreingirnir, ið vuksu upp í grannalagnum á Biskupsstø, og sum nú allir er menn í besta aldri, hildu nógv av Jóhan, og fingu altíð eitt lítið prát tá teir hittust til eitthvørt høvi.

Friður verði við minnunum um Jóhan Eysturdal !

Annfinn Danielsen
Fyrrv. ungdómsvenjari hjá KÍ

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…
Móttøka og jólahald hjá KBI
Signhild vitjar Norðlýsið
Johnny: “At frítøka fyri MVG skeiklar og…
Kvinnur prýða jólaborð
Stóra jóla­blaðið í gerð
Listaframsýning
Lands­stýrið umsíður strikað 72 ára fráfa…
Hetta ger ómetaliga góðan mun