Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politistøðin í Runavík letur aftur - stórt afturstig fyri eysturoyingar!

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen  |  02.09.2024 - 21:33 Politikkur Tíðindaskriv

Vit hava hoyrt í fjølmiðlunum seinastu tíðina, at sparingar skulu til í politinum í Føroyum og nú er sjón fyri søgn.

 

Eg eri kunnaður um, at lykilin á politistøðini í Runavík verður snaraður um 1. oktober og tænasturnar, sum starvsfólkini á politistøðina hava veitt eysturoyingum, verða ikki at fáa longur har. Hetta eru tænastur, sum fólk hava verið glað  og nøgd fyri at fingið í Eysturoynni.

Spurningurin er, hvørjar tænastur verða veittar í dag  á politistøðini og sum nú 1. oktober ikki verða veittar framyvir.

Tænasturnar  eru nógvar og eg nevni bara nakrar fáar:

  • Umsóknir um arbeiðsloyvi og leingjan av arbeiðsloyvum
  • Pass og koyrikort
  • Revsiváttanir
  • Váttanir um neyðsignal

Opið hevur verið fýra dagar um vikuna og tvey starvsfólk hava arbeitt har í nógv ár. Mær kunnugt hevur verið úr at gera hjá teimum. Tað sigur eisini nakað um vavið av tænastuni.

Eyðsæð er tí, at tænastustøðið hjá okkum í Eysturoynni lækkar munandi og tað er ikki í lagi!

Her mugu allar góðar kreftir á banan fyri at fáa hesa avgerð broytta – kreftir, sum kunnu hava ávirkan á støðutakanina.

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK