Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt reinsiverk Niðri í Gili

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  03.09.2024 - 15:28 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað gongur framá við at fáa sett stóra reinsiverkið – sum er 14 m langt rør við fleiri skottum ella rúmum í og 3 m í diametur – niður.

Reinsiverkið, sum tekur um 85 rummetrar, skal liggja omanfyri vegin. Teir hava nú grivið seg niður á fast – eini tveyr metrar undir svørðin, og skulu brekka um smáar 2 m longur niður, fyri at fáa leiðingina, sum reggur til, at passa við reinsiverkið.

Tá ið útstykkjað varð um Gerðareiðið tíðliga í 60-unum, varð so nógv bygging her, at neyðugt varð við einum reinsiverki Niðri í Gili, tey kalla, sum man verða bygt í seinnu helvt av 60-unum - helst 1969.

Hetta reinsiverkið hevur seinnu árini ikki virkað eftir vild, kanska eisini tí, at ov nógv yvirflatuvatn er leitt í tað, heldur enn bert kloakkvatn.

Eisini tí, at helst renna fleiri hús, enn upprunaliga ætlað, í tað. Tí hevur nógv tey seinnu árini verið uppá tal at dagføra reinsiverkið her.

Nýggja leiðingar eru grivnar fram við teirri gomlu – heilt frá sjóvarmálanum, sum so skal leggjast niðanum verandi veg og íbindast tað nýggja reinsiverkið har.

Seinni skal leiðingin frá reinsiverkinum leiðast nakað væl út á sjógv – góðar 100 m.

Hetta nýggja reinsiverkið fer at avlasta tað gamla, sum tó skal verða í nýtslu eisini.

Arbeiðið er kostnaðarmikið, men verður mett neyðugt. Tað hevur eisini verið gjørt í tráð við eina neyvt lagda og raðfest dagføring av spillvatnleiðingunum - eisini í samráð við myndugleikarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna