Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá vit goyma fiskin í sjónum! 2. Partur

SKRIVAÐ: Eivind Jacobsen  |  04.09.2024 - 06:30 Lesarabrøv Vinna

Í hesum parti um botnfisk á landgrunninum, er eitt sindur um skip, manning og virkir. Tað er ikki lívfrøði, men ynskja vit at fiska, so má tað loysa seg at fiska.

 

Stødd á skipi og manningartal

Stødd á skipi skal verða í mun til veður og fiskileið. Samstundis skulu veiðuevni og avreiðingarvirði verða samsvarandi hýrukrøvum, íløgukostnaði og rakstarútreiðslum.

Sjálvdan ella ongantíð eru hesar fortreytir loknar, tá skip eru bygd, til at veiða á landgrunninum.

Manningartal er í mun til arbeiðsbyrðu og allir sjómenn eru provitiónsløntir. Er hýran lág liggja skip. Hýruprosent er ofta 30-45% av avreiðingarvirðinum.

Vit eiga nógv og góð hagtøl. Vit vita tí hvat avreiðingarvirði er. Vit vita hvørja skuld skip megna at forrenta. Vit vita, hvat hýran í minsta lagið skal verða, fyri at manna skip.

Vanligt var, at hýran var brúkulig, sjálvt um reiðarí ikki megnaðu sínar fíggjarligu skyldur. Í 1964 byrjaðu vit at flyta skip av fjarleiðum til nærleiðir og aftaná 1977,  áttu vit skip, sum høvdu mist rættindi á fjarleiðum. Stundingsskipan til manning og reiðarí komu og fóru.

Forboð fyri avreiðingum uttanlanda og lógarásettan prís, útroknaður eftir tí virkið á landi hevði ráð at gjalda, høvdu vit eisini. Hetta tí at flakavirkir blivu bygd, fyri at útvega fólki arbeiði.

Tey skip, sum nú troyta føroyagrunnin, eru tó bygd til endamálið.

Fyrr áttu vit útrokningar fyri virðisøking. Tær eiga vit ikki í dag. Tí ber illa til at umrøða hetta og tey sum siga, at onki hevur virði meira enn annað, hava lætt spæl og fiskivinnan tilsvarandi truplt við at greiða frá sínum rætti at halda áfram, heldur enn at stongja, eins og tølini geva ábendingar um.

Eiga vit ovmikið av pengum, ber til at byggja skip, sum ikki fiska fyri rentur og avdráttir. Eisini ber til at hava flakavirkir, um virkið avgerð avreiðingarprísin. Men hýran skal samsvara krøvunum. Annars liggja skipini.

Nú verður tosa um skip, sum skulu frysta umborð og fiska 350 dagar um árið . Her tosa vit bæði um frystitrolarar og stór frystilínuskip. Tað økir manningartalið og harvið krøvini til avreiðingarvirði. Trupult er at síggja, at avreiðingarvirðið pr. Skip økist samsvarandi øktum manningartali.

Slík skip krevja dupulta manning og hýran ringastu árini skal verða 0,5 mió., sum er tað sama sum 1 millión sambært hagstovuni, og bestu árini dupult av hesum. Tað krevur at avreiðingarvirði ringastu árini er 50 mió. Tað er ikki sannlíkt at tað letur seg gera.

Veiðan økist ei heldur, av at tosa um kvotur. Avreiðingarvirði av kvotum, nyttar onki, um skip ikki megna at fiska kvotuna. Neyðugt er at taka atlit til at veiða pr. Dag á føroyagrunninum er væl lægri enn undir Íslandi og í Barentshavinum. Skip og bátar skulu harumframt hava stødd eftir veðrinum.

Vit eiga 40 ár og meira av góðum hagtølum. Tí ber til at leggja neyvar ætlanir. Hetta hevur tídning í fiskifrøði, tí hetta avgerð, hvussu vit best røkja fiskastovnarnar.

Í næsta parti umrøða vit mun millum trol og húk.

 

Eivind Jacobsen

Granskari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður