Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Víðka um Bókasavnið

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  05.09.2024 - 11:53 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú hevur Klaksvíkar Bókasavn víðkað um barnabókasavnið í grannahølunum á Biskupstøð.

Talan er um gomlu handilshølini hjá Kjølbro, sum yvir tíð er innrættað til endamálið.

Tað er at kalla beinleiðis atgongd frá bókasavninum til hetta hølið. Tó er eisini egin inngongd omanfyri.

Tí varð í gjár skipað fyri eini hátíðarløta í sambandi við, at hetta hølið nú er tøkt og læt upp. Eisini var hetta ein hátíðardagur fyri Árnu Mariu Fossdalsá, sum hevur starvast á Klaksvíkar Bókasavni í 25 ár.

Annars kann savnið hátíðarhalda sín 72 ára føðingardag í ár. So Karl H. Johansen, borgarstjóri hevði nóg at fegnast um í røðu síni, sum hildin var við hátíðarløtuna í gjar í hesum søguligu hølum, har m.o. Kunningarstovan eisini hevur hildið til.

Annika Egholm bjóðaði vælkomin og eisini spældu og sungu Steintór Rasmussen saman við dóttrini, Rakul Ró.

Klaksvíkar Bókasavn er væl vitjað og verður tíðum skipað fyri tiltøkum fyri børnum. Tí hevur í longri tíð verið tørvur á betri umstøðum, sum nú eru tøkar í hesum frálíku hølum, ið eru innrættað til endamálið – fyri børn undir skúlaaldri.

Við nýggju hølunum fáa børnini undir skúlaaldur, saman við foreldrum, góðar umstøður bæði at lesa, spæla og hugna sær.

Bókasavnið hevur opið gerandisdagar frá kl. 10.00 til 17.00 og leygardagar frá 10.00 til 13.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Lýsing