Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrið gjørdi rokning uttan vert, tá tað í vár legði eina broytta fosturtøkulóg fyri Løgtingið uttan fyrst at hava tryggjað sær meiriluta á tingi, og málið fall. Nú er líkt til, at tey aftur gera rokning uttan vert, tá felda uppskotið verður grivið upp aftur, og tey hava talt Kaj Leo Johannesen uppí ja-sigararnar, hóast hann ryktast at fara í farloyvi av heilsuávum. Sum tað ljóðar, ætla javnaðarkvinnur tí í staðin at umvenda Henrik Old og Jóhannis Joensen | Mynd: Javnaðarflokkurin

Rokan í fjøruni í C

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.09.2024 - 16:57 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Norðlýsið skilir, at stórt órógv er í Javnaðarflokkinum í hesum døgum, og at tað hevur gjørt, at kallað er inn til flokksleiðslufund næsta leygardag, har tvey evni eru á skrá. Eitt av teimum báðum evnunum er fosturtøkulógin.

 

 

Hóast málið hjá Framsókn um fría(ri) fosturtøku fall tann 15. mai, hevur ljóðað, at landsstýrismaðurin antin av sínum eintingum ella eftir áheitan skal leggja sama málið fram eina ferð afturat. Tað hevur somuleiðis ljóðað, at Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum, sum hvørki var í Løgtinginum ella hevði biðið varamannin taka sessin tann 15. mai, fór at atkvøða fyri, um málið kom aftur í tingið.

Nú ljóðar tó á vatnrørunum, at Kaj Leo Johannesen fer í longri farloyvi, og at næsti maður á listanum tí kemur á ting. Næsti maðurin á sambandslistanum er Jaspur Langgaard, og sum skilst er hann ímóti fosturtøku ella í øllum førum ímóti liberalisering av galdandi fosturtøkulóg. Sostatt er – alt annað líka – ongin meiriluti fyri at broyta fosturtøkulógina, skuldi uppskotið komið afturíaftur, men meiriluti ímóti.

Tað, sum so frættist úr Javnaðarflokkinum, er, at ávísar kreftir í flokkinum ætla at noyða javnaðarfólkini, ið atkvøddu ímóti, til at atkvøða fyri í staðin. Sum skilst er tað hetta, sum flokksleiðslufundurin í Javnaðarflokkinum fer at snúgva seg um, og eisini er pensjónsaldurin á dagsskránni, um ryktini um flokksleiðslufund næsta leygardag eru eftirfarandi.

Í Javnaðarflokkinum vóru tað Henrik Old og Jóhannis Joensen, sum tann 15. mai atkvøddu ímóti at broyta fosturtøkulógina. Tekur Jaspur Langgard sæti, áðrenn Bjarni K. Petersen leggur felda uppskotið fyri tingið á øðrum sinni, er – alt annað líka – meiriluti ímóti, og so er neyðugt at fáa teir báðar til antin at broyta sína sannføring ella at atkvøða ímóti síni sannføring fyri at fáa uppskotið samtykt kortini. Ikki er nóg mikið við øðrum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási