Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upp í ‘gir’ á landsplan

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  07.09.2024 - 20:46 Politikkur Tíðindaskriv

Ein komandi borgmeistari má vera sjónligur í millumkommunalum felagsskapum so sum í kommunufelagnum og SEV. Tað verður nógv lagt á kommunurnar frá landinum og har eigur okkara rødd at verða hoyrd, og tað væl

 

 

Kommunufelagið er hoyringspartur í nógvum av tí sum landi leggur út til kommunurnar at umsita og gjalda. Her eiga vit at hava okkara kritisku varnu rødd.

Eg havi verið inni á tí fyrr, hetta við deiling av partafelagsskatti, tøkugjaldi á alifiski og tilfeingisgjaldi á fiski. Ikki tí at eg haldi at hetta skal økjast, heldur hin vegin. Men tá hetta nú verður kravt, at kommunurnar fáa sín sjálvsagda part av hesum pengum og í røttum lutfallið.

Okkara firðir og sund eru tey ið leggja mest eftir seg í framleiddari nøgd av alifiski. Og tí eigur okkara kommuna at fáa stórsta partin av hesum gjøldum sum nátúrliga hoyra kommununi til. Eg ivist í hvat í núverandi formannsskapur í kommunufelagnum leggur í okkum. Trúgvi at hann er meir enn nøgdur við at har ið høvuðssæti hjá stórsta felagnum er, fellur stórsti bitin av køkuni, hóast nærum eingin aling er í tí kommununi.

Grøna orkuskiftið eigur eisini at koma til okkara í form av útbyggingum og vitanarstørvum. Tí eiga vit at gera okkum galdandi í t.d. SEV og fáa nakrar útbyggingingar norð í okkara øki eisini. Pláss er fyri fleiri vindmyllum eysturi á fjøllunum og tað er laga manni at útbyggja vatnorkuverki á Strond nú gomlu tunnlarnir eru tøkir til vatnleiðingar.

Okkara rødd má verða hoyrd og gera veruligan mun.

 

Tað er har eg eri!

Frímund Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…