Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skrúvugudstænasturnar byrja aftur í kvøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.09.2024 - 14:23 Tíðindi

Heystið er komið, og tað merkir eisini, at skrúvugudstænasturnar í Christianskirkjuni byrja aftur eftir summarsteðgin.

 

 

Longu í dag, mikudagin 11. september klokkan 17.30, verður skrúvugudstænasta við Marjuni Lómaklett, presti.

Ein skrúvugudstænasta er ein stutt gudstænasta, har sangur og prædika og alt, sum fer fram, serliga er ætlað teimum minstu. Men allir aldursbólkar eru vælkomnir! Eftir gudstænastuna verða øll boðin niður í kirkjukjallaran til milliónbúff og skrúvur.

Eitt gott høvi hjá øllum ættarliðum at hoyra eitt gott orð saman og samstundis sleppa undan at hugsa um nátturðan.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París