Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógvir av hesum fara at spæla leygardagin við 1.deild, um KÍ raðfestur at varðveita plássið í næstbestu deildini. | Mynd: ki.fo

1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygardagin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.09.2024 - 01:16 Ítrottur Tíðindi

Dysturin í Klaksvík er millum nummar átta og níggju.

Seks umfør eru eftir at spæla í 1.deild. KÍ og FC Hoyvík stríðast um klára 8. plássið. KÍ er eitt stig frammanfyri.

Fyri eitt felag sum KÍ hevur tað stóran týdning at varðveita plássið í 1.deild, tí eykaleikarar fáa dystir á ov lágum stigi, um teir skulu spæla við 2.deild, har summi lið spæla hugnafótbólt og har góðskan er ójøvn.

Komandi trý umførini hava liðini møguleika at brúka allar eykaleikarar á besta liðnum til 1.deild dagin fyri. Síðstu trý umførini hava bara leikarar undir 21 ár loyvið til hetta.

Tí eiga allir ella nærum allir eykaleikarararnir hjá KÍ til dystin sunnudagin móti HB at spæla móti FC Hoyvík, um KÍ raðfestur at varðveita sítt lið í 1.deild.

KÍ-FC Hoyvík spæla leygardagin kl. 14.30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum
Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýri…
Atgongumerkjasølan er byrjað
Havborgin TN 343 (FD 301)
Stjørnan - 5 A SIDE. Hvar øll kunnu verð…
Nýtt virksemi í bygningi­num hjá Thomas D…
Upptakt: KÍ-B68
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…
Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skap…
Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varast…
Veðrið um vikuskiftið
Varpið aðalfund
Vinnumenning í Norð­oyggjum á breddanum