Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ílatin til kommunuval

SKRIVAÐ:  Kvinnufelagasamskipan Føroya  |  15.09.2024 - 13:00 Politikkur Tíðindaskriv

24. septembur kl 19-21 verður tiltak í hølunum hjá Norðoya kvinnufelag um tað millumkommunala, sum er grundvøllur fyri felags virksemi og áhugamál

 

Nú stundar til kommunuval og ringt verður í eystur og vestur at fáa fólk á listarnar. Og enn er góð tíð, áðrenn listarnir skulu latast inn

Men hvat sigur tú ja til ? Hvørja ávirkan kanst tú vænta at fáa í kommunupolitikki?

Vit skipa fyri tveimum tiltøkum fyri at lata fólk í til kommunuval. Tiltøkini eru almenn og eru ætlað øllum, sum eru uppstillað, sum umhugsa at stilla upp. Tiltøkini eru eisini til teirra, sum bert eru forvitin eftir at vita meir um kommunala geiran.

19. septembur kl. 19-21 verður tiltak um leiklut og uppgávur í kommunupolitikki. Tá luttaka borgarstjórarnir Eyð Ellingsgaard, Sørvágs kommunu, og Bjarni Prior, Vága kommunu. Tey fara at greiða frá um at virka í kommunupolitikki, um kommunalan rakstur, íløgur og menning. Gunnhild Persson frá Javnstøðunevndini kemur at greiða frá um støðuna millum kyn í kommunupolitikki, og hvønn týdning tað hevur at hava javna umboðan.

Tiltakið verður í hølinum hjá Sørvágs kvinnufelag, Ovarivegur 8, Sørvágur.

24. septembur kl 19-21 verður tiltak um tað millumkommunala, sum er grundvøllur fyri felags virksemi og áhugamál. Tá kemur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, at greiða frá, hvussu arbeitt verður fyri felags kommunalum áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði og betri samstarvi millum kommunurnar.
Helma Maria Tróndheim greiðir frá síni gransking og starvi hjá SEV. Elfelagið Sev er millumkommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga.

Tiltakið verður í hølunum hjá Norðoya kvinnufelag, Bøgøta 3, Klaksvík

Kvinnufeløgini vilja virka fyri javnstøðu í kommunupolitikki. Vit meta, at tað er av týdningi, at samfelagið er javnt umboðað í sínum nærdemokrati og á sínum felags grundvølli – í samspæli og mótspæli – til landspolitik.

 

Vegna Kvinnufelagasamskipan Føroya

  • Sigrid J. Dalsgaard, forkvinna, umboð fyri Kongshavnar kvinnufela
  • Erla Í Brekkustovu, næstforkvinna, umboð Kvinnufelagið í Havn
  • Karin Olsen, umboð Norðoya kvinnufelag
  • Annetta Saltá, umboð Tofta kvinnufelag
  • Marna Jacobsen, umboð Sørvágs kvinnufelag

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Lýsing