Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann dystin um 2. plássið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.09.2024 - 17:54 Ítrottur Tíðindi

KÍ vann trý stig og liggur nú til at enda á 2. plássi.

Tað er ikki ofta í ár, at mótstøðuliðið hevur fleiri skaðar og leikbann enn KÍ, men tað var støðan í dag. HB var uttan Hanus Sørensen, Mathias Voss, Bartal Wardum(tó tøkur til nakrar minuttir), Sammy Skytte, Áka Samuelsen, Mohamed Samba og Mikkel Dahl, meðan KÍ var í nærum sterkastu uppstilling við undantaki av Jákup B. Andreasen. Tískil var KÍ á manningarsíðuni nógv sterkari, tí tað eru neyvan meir enn tveir-tríggir HB-leikarar, sum høvdu komið á KÍ-liðið.

KÍ byrjaði sum eitt ódnarveður og legði trýst á HB. KÍ spældi væl og kom til málmøguleikar og tað gav eisini eitt flott mál, tá Árni Frederiksberg spældi Páll A. Klettskarð leysan, sum kundi skorað sítt 19. mál í ár. Eftir fyrsta korterið so kom HB betri við og dysturin javnaði seg. HB kom eisini til onkrar góðar støður, men fleiri ferðir manglaði neyvleikin, tá síðsta avleveringin skuldi sendast.

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ eisini væl, men so javnaði tað seg út. HB royndi at trýsta móti endanum, men KÍ-verjan stóð væl og tí bleiv tað ongantíð vandamikið.

Sigurin hjá KÍ ger, at KÍ nú liggur væl fyri til at enda á 2. plássi. KÍ er trý stig frammanfyri HB og hevur leikt ein dyst færri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Norð­oyastevna program 2026
Icelandair fer at flúgva alt árið
Starvs­felagið nýggjan 1-ára sáttmála
Játtan til høvuðs­útbúgvingarstørv er týð…
Almenn móttøka á Sjóndepli­num
Barna­súkkling á Norð­oyastevnu
Bókasavnið á Norð­oyastevnu
Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Lýsing