Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sørin Birgir í Hoygarðinum

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.09.2024 - 20:58 Tíðindi Veðrið

Vit kunnu býta vikuna, sum stendur fyri framman, í tvey. Fyrstu dagarnar fara lágtrýst í landnyrðing vestan fyri Føroyar. Tá er veðrið eitt sindur skiftandi, ættin millum sunnan og vestan, og so løtur annaðhvørt við gráum lofti og regni ella smáskýggjað og sólglottar. Seinna partin av vikuni fara vit at hava hátrýstveður við lítlum vindi og nokkso klárt og fyri tað mesta turrveður.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og sól ella sólglottar. Seinnapartin veksandi vindur upp í frískt lot til frískan vindm 5 til 10 m/s. Um kvøldið fer hann niður í sunnan, tað verður samdrigið og fer at regna. Hitin 7 til 12 stig.

Týsdagin:

Frískt lot upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frálíður fer at regna. Um náttina slítur í. Hitin 8 til 13 stig.

Mikudagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og sólglottar, men í støðum skýggjað og kanska mjørki. Hitin 8 til 12 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lit av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og sólglottar. Seinnapartin fer ættin í eystan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 8 til 12 stig.

Fríggjadagin:

Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu