Lýsing
Lýsing
Lýsing
Feskasta veljarakanningin gevur sitandi samgongu tann dyggasta lúsingin higartil. Greinari er bilsin yvir, at so stórur munur skal vera á veljarum í Havn og úti kring landið. Men tað er ikki so ringt at skilja | Mynd: Blaðið Vikuskifti

Tunlar gera okkum ikki til havnarfólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.09.2024 - 13:43 Leiðarin Mentan Politikkur

Í síni oddagrein og eftirfylgjandi samrøðu við Kringvarpið, sum annars báðar høvdu fleiri beinraknar eygleiðingar í feskastu veljarakanningini, undrast Ingi Samuelsen á, at tað skal vera so stórur munur á Suðurstreymoy og restini av landinum. Men tað er ikki undarligt

 

 

Ingi Samuelsen skrivar, at ”miðstaðarøkið [áttu] at verið ein nógv meira integrerað og samansjóðað eind nú enn tað var fyrr, nú størstiparturin av landsins íbúgvum hava undir trý korter at koma til høvuðsstaðin”. Hann eftirlýsir orsøkina til, at føroyska veljarafjøldin ikki er meira homogen, t.e. einsháttað.

Frihedsbrevet hevur somuleiðis hartað Norðlýsið fyri at dyrka ein ”vit-ímóti-teimum”-hugburð, har miðstaðarøkið verður sett upp ímóti útjaðaranum. Men veruleikin er, at vit bert hava lýst veruleikan, sum hann er. Føroyar eru ikki homogenar. Føroyar eru ikki nakar býur. Vit eru eitt fjøltáttað (heterogent) oyggjasamfelag, og tað gongur aftur í okkara blóði og mentan. Ja, bygdin, býurin ella oyggin er sjálvasti okkara samleiki!

Skilir man tað, skilir man eisini væl úrslitið í veljarakanningini. Vit eru góð við okkara lokaløki, og tá onkur ger seg inn á tað, t.d. við at leggja eftir vinnulívinum, almenum stovnum ella landbúnaðinum her, ja, so reisa vit sjálvsagt uggafjarðarnar og fara upp á barrikadurnar. Tí tað er okkum, tey gera seg inn á.

Ítøkiliga hava vit hetta valskeiðið sæð frá Javnaðarflokkinum, hvussu Margit Stórá drálar nærmast út í tað óendaliga, tá eitt nú skannari skal setast upp á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (og tey bíða enn eftir prostataskanningum) ella tá dialysuviðgerð skuldu byrja í Suðuroy. Aktuelt merkja útisiglararnir nú hetta sama drálið, har teir hava bíðað í fleiri ár eftir at fáa endurgjald. Og teir bíða enn, hóast málið skuldi verið avgreitt langt síðani. Meðan landsstýriskvinnan hevur tað sum fiskur í vatni, tá hennara egna arbeiðspláss skal gerast universitetssjúkrahús.

Tjóðveldi ger seg við lógini um gongd í haga inn á føroyska landbúnaðin. Lógin tekur stór atlit til útlendskar turistar, eins og til ferðavinnufyritøkur í Havn, men tað verður gjørt uppá bekostning av føroyska bóndanum. Har hava vit sæð skrivaran í Bóndafelagnum og drúgvan vin hjá Høgna Hoydal venda Tjóðveldi bakið av somu orsøk. Eisini  Össur Patursson hartar alment flokkin fyri at ofra føroyska vinnulívið. Hann staðfestir, sum rætt er, at uttan eitt sterkt vinnulív fáa Føroyar ongantíð fullveldi. Fiskivinnunýskipanin hjá Høgna Hoydal tók mergin úr vinnuni í útjaðaranum og gav krakkaveldinum í Havn, og soleiðis kunnu vit ikki byggja land.

At Suðurstreymoy ikki longur er eitt fiskivinnusamfelag ella landbúnaðarsamfelag merkir ikki, at Føroyar ikki eru tað. Og tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum nú allir hava sínar háborgir í Havn, royna at innrætta samfelagið eftir tilráðing frá krakkaveldinum og/ella ferðavinnuni í Havn, so møtir tað sjálvsagt mótstøðu í upprunaføroyska útjaðaranum. Hvørki krakkaveldi ella hópturisma liggur í okkara blóði. Vit hava gamaní nakað av tí; tað, sum er neyðugt, men tað kemur ikki upp á tal at ofra fiskivinnuna ella bøndurnar uttan svørðslag, bara í tey í Havn hava gjørt tað. Tað hevði verið at gjørt seg inn á sjálvan okkara samleika og siðaarv.

Samstundis verður als ikki arbeitt við fullveldi; tí orkan verður brúkt uppá alt møguligt annað. Sjálvandi elvir tað til flýggjan úr Tjóðveldi, eins og tað gjørdi vegna fiskivinnunýskipanina.

Tað, sum Ingi Samuelsen og Frihedsbrevet undrast á, er í grundini, at tunlarnir ikki hava gjørt okkum øll til havnarfólk. Men hóast havnarfólk møguliga hava ætlað tað, hevur tað ongantíð ligið í okkara kortum. Suðurstreymoy hevur flutt seg frá landbúnaði og fiskivinnu og yvir til krakkaveldi, meðan útjaðarin ikki hevur fylgt við – men tað er altso tað besta fyri Føroyar. Landið hevur ikki ráð til, at útjaðarin eisini fer tann vegin.

Og so leingi Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi arbeiða, sum um vit øll eru uppland til Havnina, bara tí at vit hava borað nakrar tunlar, fara teir at bløða veljarar kring landið. Orsøkin til at Framsókn sleppur nærum snikkaleyst í seinastu veljarakanningini, er eisini, at Framsókn bert satsar uppá Havnina og onki hevur at missa uttanfyri.

Skal nøkur vón vera fyri samgonguni, má hon gevast við at síggja Føroyar sum homogenar. Tað eru vit ikki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg