Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja talukennaran at kenna

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  18.09.2024 - 19:36 Mentan

Nýggi talukennarin VoisIT hevur nógvar spennandi møguleikar og kann leggjast ókeypis inn á iPhone og Android eindir

Fyrst og fremst so skrivar VoisIT tað, sum tú tosar á føroyskum. Hetta kanst tú kopiera og seta inn, har tú vilt. Tað veri seg eitt nú SMS, Messenger, á facebook ella í okkurt skjal so sum Word. VoisIT kann eisini lesa tað, sum tú hevur skrivað, upp fyri tær. VoisIT kann umseta úr føroyskum til so at siga eitthvørt mál. VoisIT setir sjálvt teknini í tekstin fyri teg. Í VoisIT kanst tú gera tínar egnu orðastillingar. Hetta er eitt sera hent og ókeypis amboð hjá øllum, sum kanska hava avbjóðingar við at skriva.

 

Í samstarvi við Lesihúsið bjoðar kvøldskúlin inn til ókeypis kunningarkvøld um nýggja talukennaran VoisIT. Dánjal á Dul Jacobsen frá Lesihúsinum kemur at greiða frá. Um áhugin er stórur er møguleiki at hava onnur uppfylgjandi kvøld. Tiltakið er á Skúlatrøð týsdagin 22. oktober kl. 19 og er ókeypis. Tiltakið er í niðaru skúlahøllini á Skúlatrøð. Øll eru hjartaliga vælkomin! Men fyri at vita nøkulunda, hvussu nógv koma, er best at melda til á: kvoldskuli@gmail.com

Lýsing
Seinastu tíðindini
Um hetta er ein singuler lóggáva, so er…
Rakul nýggjur løgfrøðingur
Áhugin fyri føroyskum kappróðri er vaksa…
BUMR eigur næsta leikin - viðmerk­ingar f…
Veðrið um vikuskiftið
Kvøldartúrur niðan á Myrkjanoyra
Eyka pláss til Marius Ziska-konsert­ina í…
Hanus: Førdi fiski­vinnu­politikku­rin skal…
Dagføra gjøld fyri tænastur hjá Klaksvík…
Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
Kunningarkvøld um tvørkynd
Frálík SPIRIO-konsert í Varpinum í kvøld
Gongur skjótt at bróta niður
Nógvur sangur nú leygar­dagin
STEINWAY-KONSERT umvegis SPIRIO í KLAKSV…
”Teir kunnu bara keypa seg úr samtaki­num…
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…