Tann stóri feilurin er at kommunuleiðslan ikki hevur tikið KT-trygd í nóg stórum álvara
Soleiðis sigur ein KT-serfrøðingur, sum Norðlýsið hevur tosa við
Klaksvíkar kommuna varð rakt av netálopi í vikuskiftinum og við Kringvarpið í kvøld sigur Karl Johansen, at Klaksvíkar kommuna hevur mist alt samband við sínar telduskipanir. Alt er oyðilagt sum vit hava í húsinum, segði Karl Johansen við Kringvarpið.
Norðlýsið hevur tosa við ein KT-serfrøðing og biðið hann gjørt sínar viðmerkingar til málið.
Samskiftishátturin er púra skeivur at halda kortini so tætt inn at kroppin. Flest allar stórar fyritøkur og stovnar sum arbeiða við kt-trygd eru áhugaðar í at fáa at vita hvat er hent, so ein kann gera síni fyribyrgjandi arbeiði. Í Effo málinum helt leiðslan kortini tætt inn at kroppinum og tað fekk Dátueftirlitið at seta rættuliga hart inn ímóti Effo, sigur KT serfrøðingurin.
Dátuyvirlliti hevur onga lógarheimild at áleggja kommunalum og almennum myndugleikum bót. Tað kann verað eitt insitament til, ikki at brúka pengar til kt-trygd, tí ein fær ikki bót allíkavæl, sigur KT serfrøðingurin.
Av tí at so lítið er komið út um málið, so eru hesir upplýsingarnir ikki váttaðir. Men tað gongur tos um at tað er russiski hackarabólkurin Qilin, sum hevur krypterað allar dáturnar hjá kommununi. Qilin sníkarnir liva av at útnytta ávísar veikleikar í kt-skipanum. Teir krevja pengar afturfyri, oftast í bitcoin. Teir lupu á eitt sjúkrahús í London fyrr í summar og eftirfylgjandi løgdu teir 550 gigabyte av viðkvomunum heilsupplýsingum á netið, sigur KT serfrøðingurin.
Í tíðindskrivinum, sum kom út mánadagin, var upplýst at fyrisitingin hjá Klaksvíkar kommunu var rakt, at Norðoya Bú- og Heimatænasta var rakt og at barnatannrøktin var rakt. Hetta bendir á at netini hjá kommununi, ikki eru segmenteraði, men at alt koyrir í einum peruvellingi og tað er farligt at gera soleiðis. Tá leggur tú øll eggini í eina kurv, undirstrikar KT serfrøingurin.
Í tíðindunum hjá kringvarpinum í kvøld segði Karl Johansen, borgarstjóri at enn er einki krav um loysigjald komið. Um onki loysigjald kemur kann talan verða um meira tilvildarlig álop, sokallaðar spraying og tá er vandi fyri at øll data bara blíva vekk og ikki koma aftur, sjálvt um loysigjald verður goldið. Hetta tí at tá hava sníkarnir skotið so breitt á netinum, at man hevur ikki yvirblikk yvir, hvat er krypterað við hvørjum lyklum , sigur KT serfrøðingurin.
Sníkarnir hava fingið fatur á øllum dátum hjá Klaksvíkar kommunu og back-up skipanini. Tað eru sensitivar upplýsingar um borgarar; heilsumál, barnverndarmál, skattaviðurskifti. Ptals databásan er eisini talan um. Tann stóri feilurin er at kommunuleiðslan ikki hevur tikið KT-trygd í nóg stórum álvara. Tað kostar at hava KT trygdina í lagi og tað hevur man ikki haft nakran áhuga í, at brúkt pening uppá. Klaksvíkar Kommuna er tíverri ikki eitt eindømi um hetta í Føroyum, sigur KT serfrøðingurin.
KT serfrøðingurin sum Norðlýsið hevur tosa við arbeiðir hjá einari stórari føroyskari fyritøku og ynskir at vera dulnevndur.