Ársins Fyrstihjálpari 2024 er Símun Debess
Símun Debess leiddi toymið sum kom til hjálpar, tá Haakon Leo føstulávintsmánadag 12. februar í fjør fall um við hjartasteðgi
Afturat Símuni eru seks fólk, ið verða heiðrað sum hjálparar – tey vóru Ólavur Debess, Camilla Eið, Arni D. Brattaberg, Jónleif Augustinussen, Bartal Debess og Margreth Augustinussen.
Føstulávintsmánadag, 12. februar 2024, bleiv eitt sindur øđrvísi enn Haakon Leo hevði roknað viđ. Hann hevði gingið og putlast allan dagin, verið í bátinum, vaskað bil o.a.
Tá klokkan nærkaðist 17.00 gjørdu Haakon og Beinta, kona hansara, seg klár at fara at renna. Tey plaga at renna viđ Hvistuni. Beinta gjørdi seg klára fyrst og Haakon bað hana fara undan. Hon ætlađi at renna ein eitt sindur longri túr, og so skuldi hann koma aftaná.
Haakon fór heimanífrá kl 16.51 og rann spakuliga úteftir. Uttanfyri húsini hjá Ólavi og Camillu møtti hann Jónleifi og steðgaði á til eitt stutt prát, og tað var meðan hann stóð har og prátaði, at Haakon knappliga datt um. Haakon náddi at siga viđ Jónleif, at hann bleiv so undarligur í høvdunum, ádrenn hann mistið vitið. Av tí sama náddi Jónleif at lofta honum og fekk lagt hann niđur á vegin. Jónleif fekk síðan rópt á Ólav, iđ kom út saman viđ Símuni.
Símun og Ólavur byrjaðu beinavegin at veita fyrstuhjálp. Tá var Símun púra róligur, hevði yvirblikkið og førdi ann. Arni, ið eisini var á veg oman at renna, kom til og ringdi 1-1-2. Hann ringdi eisini til Margreth, ið er sjúkrasystur, og hon kom eisini út at hjálpa. Bartal var eisini komin til tá. Símun sá beinavegin, at brúk var fyri hjartastartara og sendi Arna og Jónleif oman á Læknamiđstøđina eftur hjartastartara. Har fingu teir umframt hjartastartaran eisini Beintu við í bilin. Hon stóð tá vid Miðlatún og bíðaði eftir Hvistunum. Ímeđan hetta gekk fyri seg góvu Símun og Ólavur hjarta-lungna-bjarging og Bartal hjálpti til.
Tá ið Arni og Jónleif komu vid hjartastartaranum gjørdi Bartal startaran kláran og í felag settu teir hann á. Camilla og Margreth tóku sær av Beintu. Tá hjartastartarin var settur á, fylgdu teir vegleiðingini frá honum. Og aðru ferð hjartastartarin stoytti vaknaði Haakon við aftur. Um somu tíð kom lokali kommunulæknin og tveir, ið høvdu frí frá ambulansutænastuni eisini á staðið. Løtu seinni kom ambulansan og síðan varð Haakon koyrdur á sjúkrahúsið har hann við egnum orðum sigur, at ”eitt einastandandi proffisionelt toymi tók ímóti sær”. Sambært Haakon Leo, so hevði skjóta og einastandandi góða fyrstahjálpin við sær, at hann er komin ígjøgnum forløbið uttan nakað varðandi mein og hann hevur tað sera gott í dag.
Tí hevur hann innstillað Símun til ársins fyrstahjálpara – saman við hjálparunum, Ólavi, Camillu, Arna, Jónleifi, Bartal og Margreth.
Síðan eru tveir heiðrar fyri gott avrik innan fyrstuhjálp:
Heini Martin Niclasen og Hjarnari K. Dalsgaard fáa heiður fyri gott avrik innan fyrstuhjálp 2024 fyri hendingina, tá John Haraldsen, 13. januar 2024, fekk ein hjartatilburð, meðan hann var til sjós við Katrin Jóhannu, og Heini Martin og Hjarnar handlaðu skjótt.
John var á kamarinum, tá hann fekk kraftiga pínu fyri bringuna og í vinstra arm, fekk kaldasveitta og gjørdist ússaligur. Hann er helst svímaður eitt skifti inni á kamarinum. John fekk kempað seg upp á brúnna har Heini Martin, sum er stýrimaður, og Hjarnar, sum er skipari, handlaðu skjótt. Teir góvu boð um at hála trolið inn og at sigla inn móti landi beinanvegin – Tvøroyri var nærmasta havn.
Veðrið var sera ringt henda dagin. Skiparin og stýrimaðurin settu seg beinanveg í samband við Radio Medical og fingu fatur á hjartalækna og góvu John bæði kropsliga og sálariga fyrstuhjálp í heilar 6 tímar, meðan teir sigldu inn á Tvøroyri í ringum veðri.
Ábyrgdin lá á teimum og eingin kundi taka yvir fyrr enn teir komu í land. John var sjálvsagt óttafullur, men manningin umborð var allatíð um hann, so hann kendi seg tryggan og í góðum hondum.
10 dagar aftaná fekk John bypass-operatión og hjartað hevur einki mein fingið vegna góða og skjóta fyrstuhjálp.
At liggja á havinum, tá tílíkt hendir og long leið er á sjúkrahús er ein sera stór ábyrgd og tað krevur, at man klárar at halda høvdið kalt, hevur dirvið, er róligur og handlar rætt og skjótt og heldur á.
Umframt, at Heini Martin og Hjarnar tóku sær so væl av John, høvdu teir eisini yvirskot til at halda familjuna dagførda um støðuna hjá pápa teirra hesar longu 6 tímarnar, sum tað tók at sigla inn á Tvøroyri.
Eisini fær Teitur Horn Baldvinsson heiður fyri gott avrik innan fyrstuhjálp 2024.
Tá eitt 12 ára gamalt barn við infantil autismu, tann 13. oktober 2024, setti eina harða karamellu í hálsin var Teitur, sum arbeiddi á staðnum, skjótur at koma til hjálpar.
Barnið megnaði ikki at hosta karamelluna upp aftur – hon sat rimmar føst.
Barnið gjørdist blátt um andlitið og var við at kvalast. Teitur kom tá barninum til hjálpar, og tíbetur megnaði hann at geva fyrstuhjálp, sum gjørdi, at barnið fekk hostað karamelluna upp.
Mamman, ið var tilstaðar, tá hetta hendi, var sera takksom fyri, at Teitur var til arbeiðis hendan dagin.
Tíbetur spældi alt væl av, og barnið er væl fyri í dag og sera takksamt fyri, hvussu Teitur hjálpti sær.
Ársins Barnaheiður
Arek Strøm Steinarsson, 14 ár, fær heiðurin “Ársins Barnaheiður 2024”.
Fosturpápi Arek lá lívleysur i songini um morgunin tann 5. desember. Hann hevði fingið tað, ið nevnist SUDEP, sum kann umsetast til at vera knappligur og óvæntaður deyði í samband við epilepsi.
Arek hevði upplivað og hjálpt til, tá næstan tað sama varð hent fyri tveimum árum síðani. Hetta var fyrsta annfall hjá fosturpápanum í næstan 2 ár.
Hesuferð eydnaðist ikki at bjarga lívinum.
Mamman rópti eftir Areki, meðan mamman gav hjarta-lungna-bjarging. Arek reageraði skjótt og fekk lítlubeiggjarnir burturfrá og skánaði teimum frá øllum.
Arek hoyrdi sirenur og visti, at hús teirra ofta eru torfør at finna fram til hjá fremmandum. Hann setti tí ein teknifilm frá, sum beiggjarnir kundu hyggja at, meðan Arek sjálvur rann oman á vegin og vísti politinum, hvar tey skuldu koma.
Arek var – og er – ein hetja fyri beiggjar sínar.