Lýsing
Lýsing
Lýsing

ICES: Mest loyvda veiða fyri norðhavssild hækkar nakað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2024 - 16:16 Tíðindi Vinna

Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild

 

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 577 túsund tons fyri 2025, sum er ein lækking á heili 22% í mun til í ár.

Makrel­stovnurin hevur verið í minking síðani 2014, og stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum helst stavar frá ovveiðu saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.

 

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1,4 mió. tons fyri 2025, sum er ein lækking á 5,4% í mun til tilmælið í ár.

Henda lækking kemst av, at árgangirnir í 2022 og 2023 eru mettir at vera undir miðal, og tí kann ein minking væntast í gýtingar­stovninum komandi árini. Bulurin í fiskiskapinum er nú góðu árgangirnir frá 2020 og 2021.

 

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 402 túsund tons fyri 2025, sum er ein hækking á 3% í mun til í ár.

Gýtingar­stovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at hann kvinkaði eitt vet uppeftir í 2020 og 2021. Gýtingar­stovnurin er tó minkaður aftur í fjør og í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.

Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.

 

Talvan vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2025 og broytingarnar frá 2024 til 2025.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð
FBF nýggjan høvuðsvenjara
Føroyski lestrarstuðulin verður hin sami…
Jólakort frá føroyskum skúla­børnum
Samvirkið yvirlit við játtaðum stuðli 20…
Nú stundar til JÓL VIÐ LØKIN
Konsert í Leirvík sunnudagin 23. novembe…
Thorvald vitjar Norðlýsið
Evropaflogbóltur í Klaksvík í morgin
Vatnleki á Heygavegnum
Taptu toppdystin
Svanberg hevur fingið nýtt venjarastarv
Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvund…
Biðja norsku stjórnina um at endurskoða…
Hanus Hansen og Regin Jacobsen til audie…
Country dansur í Dansifrøi
Jóla­trøini
Hægri loft á endurgjald fyri mista arbei…