Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dánjal Jákup Meinertsson hevur ótroyttiliga víst á órættin honum og mongum øðrum útisiglarum hevur verið fyri av almennu Føroyum í sokallað heilsutrygdarmálinum

Onki endurgjald fyri heilsutrygdargjøld at hóma

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2024 - 18:48 Politikkur Tíðindi Vinna

Í landsroknskapinum fyri 2023 stendur, at ”Landskassin fer at gjalda teimum, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald í Føroyum, 30 mió. kr. í endurgjaldi”. Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru hesar 30 milliónirnar framvegis ikki settar á

 

 

Tað var annars í 2021, at Føroya Rættur kom til tann úrskurð, at útisiglarar ikki skuldu gjalda heilsutrygdargjald. Heilsutrygd appelleraði, men fekk heldur ikki viðhald í Landsrættinum. Og so sluppu tey ikki at appellera víðari til Hægstarætt. Avgerðin hjá Føroya Rætti stóð tí við sum endalig.

Fleiri, bæði áhugafelagsskapur og politikarar, hava í drúgva tíð ilskast og ótolnast eftir, at úrskurðurin skal effektuerast, og tey, sum eru vorðin kravd heilsutrygdargjald av órøttum, skuldu fáa hann aftur. Men hóast sera drúgv tíð er fráliðin, verður framvegis sagt, at arbeitt verður við málinum, og okkurt uppskot nokk skal koma seinni.

Men líkt er nú til, at útisiglarar skulu bíða leingi enn. Tí í løgtingsfíggjarlógini fyri 2025, sum varð løgd fram í dag, eru endurgjøldini framvegis ikki við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið