Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við Klintrimús í biograf

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2024 - 15:23 Mentan Tíðindi

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein barna- og familjuteknifilmur vístur í biografinum á føroyskum.Teknifilmurin um Klintrimús verður sýndur í biografinum! Fyrsta sýning verður 11. oktobur í Havnar Bio.

 

Í samstarvi við Havnar Bio vísir Kringvarpið í næstum væl kendu søguna hjá Thorbjørn Egner um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. Børn og vaksin kunnu saman seta seg at hyggja og uppliva nýinnspælda teknifilmin um Dýrini í Vallbakkaskóginum við føroyskari talu.

Søgan, sum er skrivað fyrst í fimmtiárunum, hóskar sera væl til dagsins samfelag við teimum avbjóðingum, sum vit øll noyðast at taka støðu til. Eitt nú at eta grønt og at hugsa øðrvísi. Og við vón um eitt rættvísari samfelag, har øll kunnu liva við hvørjum øðrum og ikki av hvørjum øðrum. Og nú sleppa vit at síggja hesa kendu søguna á filmi, sum vit annars kenna so væl frá bókini og sum útvarpsleik.

Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Filmurin er sera væl teknaður, og eyðkennini hjá dýrunum kenna vit øll aftur í okkum sjálvum. Føroyska framleiðslutoymið hevur lagt seg eftir at finna røddir, ið passa saman og hóska til persónligheitirnar.

Kringvarpið hevur lagt seg eftir at fáa málførini í Føroyum við. Eitt nú tosar Haru-Per suðuroyarmál, bakaradrongurin er úr Klaksvík. Konan á garðinum er úr Sundalagnum. Elgurin tosar vágamál, men revurin er úr Havn. Allur tónleikurin er nýinnspældur og nútímansgjørdur. Sangtekstirnir eru teir somu, og orðaval og týðing annars leggja seg tætt upp at tí upprunaligu týðingini hjá Eyðuni Johannessen.

Einki aldursmark er sett á Dýrini í Vallbakkaskóginum, og filmurin egnar seg væl til øll børn og barnsligar sálir. Við hesum hava vit fingið ein kærkomnan teknifilm á føroyskum til alla familjuna, har fleiri ættarlið saman kunnu uppliva góðu, klassisku søguna hjá Thorbjørn Egner.

Páll Danielsen er leikstjóri. Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum. Filmurin er 1 tíma og 15 minuttir til longdar.

Atgongumerkini á 70 krónur eru til keyps á heimasíðuni hjá Havnar Bio.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar
Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Keld…
FSN vil eisini av við lívrentuna
SÍ vann á Mjølni uttan himpr í toppdysti…
Nýggj bók - bókaframløga
Góðska
Matvørubreytin framleiðir framtíðar kokk…
Bílegg borð á Testovuni Marin Malena
Sterk signal úr Evropa - og ein avgerand…
Altjóða holocaustdagu­rin – ein serlig up…
Tilnevn­ingar til ÍtróttaVENJA­RIN 2025
Dávur vitjar Norðlýsið
Krás tillagar vøruúrvalið til einstaklin…
Reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Varpinum
Nei til veðurlags­lóg
G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spen…
Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?
Lítli flokkurin við stóra valdinum