Lýsing
Lýsing
Lýsing

Múlaeplini hjá 5.a.

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  11.10.2024 - 00:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Einaferð í vár skipaði foreldrabólkurin í 4.a fyri einum túri norð til Múla. Málið við túrinum var at seta eplir niður. Onkur í foreldrabólkinum hevði fingið eitt stykkið til eplaveltu, og bóndin í Múla legði teimum lag á. Myndir og frásøgn frá túrinum í vár liggja her.

 

Nú ganga næmingarnir í 5.a, og teir hava aftur verið í Múla, nú saman við flokslærarunum, og tikið eplini upp. Vit hava fingið ein hugaligan tíðindastubba frá 5.a:

Vit vóru í Múla 18. septembur við 5.a og tóku eplir upp, sum vit settu niður í vár.  Bóndahjúnini Elsa Maria og Símun skipaðu fyri og vóru sera blíð. Eftir vit høvdu tikið eplini upp, vóru vit boðin inn í fjósið til ein lekkran drekkamunn.

Allir næmingarnir fingu 2 kg av eplum við heim, og vit eru samd um, at eplini vóru ordiliga góð.

Múlaeplini vóru eisini brúkt til millummáltíð í skúlanum. Vit í 5.a vaskaðu og skóru 80 kg av eplum. Køksdámurnar bakaðu eplini, og síðani sluppu allir næmingarnir á Skúlatrøð eisini at smakka múlaeplini.
 Hetta eru herlig og góð tíðindi, tá vit síggja, hvussu vit kunnu menna tilvitið um okkara náttúru og tað tilfeingi, hon hevur til okkara. Os so eisini tað, at allir næmingarnir í matarskipanini á Skúlatrøð fingu smakk av eplunum.

 

Orðatakið sigur:

Søtur er sjálvgivin biti
 

Tað er læruríkt og at seta eplir niður og taka tey uppaftur fleirfoldað og av hesum kenna vit takksemi og nøgdsemi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…