Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.10.2024 - 20:16 Ítrottur Tíðindi

KÍ skal helst hava ein nýggjan vinstra bakk til 2025.

Patrick Da Silva hevur í ár spælt sítt triðja kappingarár í KÍ. Tá hann hevur toppað hevur hann helst verið tekniskt besti bakkurin í deildini, men skaðar hava eisini darvað nógv, serliga í 2023 og 2024.

Patrick hevur ongan sáttmála fyri 2025 og tá vit spurdu hann í kvøld um 2025, so bendur nógv á, at hann heldur ikki fram.

- Eftir trý ár í Føroyum er tíðin helst komin til at fara til Danmarkar aftur. Eg saknið Danmark, familju og vinir, so tað er mest sannlíkt, at eg fari aftur til Danmarkar. Eg havi okkurt tilboð her í Føroyum, men eg vænti ikki tað er uppá tal at spæla fyri annað føroyskt felag. Man skal ongantíð siga nakað 100 prosent við vissu í fótbólti, men eg haldi neyvan fram í Føroyum, sigur Patrick Da Silva, sum heldur, at hann sjálvur hevur havt eitt ’’lorta’’ kappingarár serliga vegna skaðar.

Hyggja vit eftir FaroeSoccer, so hevur Patrick Da Silva ikki verið millum teir, sum hava spælt nógv hesi bæði síðstu árini í landskappingini. Í 2023 spældi hann 64 % av teimum 2430 minuttunum í landskappingini og í 2024 er talið 43 %.

Síðstu umførini hevur Claes Kronberg røkt plássið sum vinstri bakkur, men hóast bæði hann og m.a. René S. Joensen kunnu røkja hetta plássið, so vil KÍ helst hava ein vinstrabeintan álopssinnaðan leikara til hetta plássið í 2025. Og tað er neyvan Ahmed Latif, sum hevur sáttmála, tí hann hevur ikki fingið nakað nevnivert álit frá teimum trimum síðstu venjarunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta…
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár
Eru vit bert áskoðarar?
Veðrið í vikuni
Bókaframløga á Reinsarí­num í kvøld
Ònøgd
Nýval í Íslandi
Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og…