Lýsing
Lýsing
Lýsing
Morgunroði í morgun, avmyndaður í Hvalba. Eitt veðurtekn var morgunroðan í Góðan Morgun Føroyar 9. oktobur 2017. Petur Hans Dahl segði: Um sólin kemur reyð úr havi um morgunin, so kann mann eygleiða, hvussu tað gongur við roðanum út á dagin. Um roðin fer aftur í havið, er illveður, áðrenn dagurin er farin. Harafturímóti, um roðin fer upp á luftina og litar skýggini reyð, kann væntast við einum góðum degi. | Mynd: Rúni Thomsen, Hvalba

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.10.2024 - 15:01 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja millum sunnan og vestan so at siga alla vikuna. Fríggjadagin fer hann at ganga upp í norðan eina løtu. Ongantíð stilli ella lítil vindur, men støðugt eitt sindur frískligt ella meiri enn tað.

Lágtrýst við vindi – okkurt við nógvum vindi – fara eina leið vestan fyri okkum í landnyrðing. Vit fara at liggja eystan fyri tey, og tað er har brúgvaløgini eru. Vit fara tí at hava løtur við samregni og fleiri løtur við ælaveðri.  

Hitalagið hetta til hósdagin fer at liggja úr 5 stigum, tá ið tað er kaldast, upp í 12 stig, tá ið tað er heitast. Fríggjadagin verður kaldari.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Veksandi vindur upp í 13 til 18 m/s av vestri ella útsynningi. Fyrrapartin skýggjað og ælaveður, men sum frálíður samdrigið og framvegis ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Týsdagin:

10 til 15 m/s av vestri ella útsynningi, í støðum upp í 18 m/s. Hvirlurnar kunnu vera eitt sindur harðar. Skýloftið skiftandi við ælaveðri, í støðum kanska heglingur. Um kvøldið minkandi vindur niður í 8 til 13 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina samregn. Hitin millum 5 og 10 stig.

Mikudagin:

8 til 13 m/s av útsynningi, í støðum upp í 15 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Um náttina lækkar hann niður í sunnan og veksur vindin upp í 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s og harðar hvirlur. Hitin millum 8 og 12 stig.

Hósdagin:

13 til 18 m/s av suðuri og harðar hvirlur, samdrigið og og regn. Sum líður á dagin minkandi vindur. Hitin 7 til 12 stig.

Fríggjadagin:

8 til 13 m/s norðaneftir, í støðum upp í 15 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin minkandi vindur og okkurt ælið. Hitin millum 3 og 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…