Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Televarpið (skíggjamynd)

Jóhan Josephsen spældi høvuðsleiklut í bjargingini hjá B68

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.10.2024 - 20:52 Ítrottur Tíðindi

Ungi klaksvíkingurin gjørdi helst rætt við at skifta til B68. Har fekk hann høvuðsleiklut, tá B68 tryggjaði sær plássið í deildini.

19 ára gamli Jóhan Josephsen bleiv í summar leigaður frá KÍ til B68. Eftir eina eitt sindur torføra byrjan, so byrjaði hann at sláa til og síðstu umførini var hann kanska høvuðsleikarin í, at B68 yvirlivdi í deildini. Síðstu fýra umførini fekk B68 sjey stig og skoraði níggju mál. Av teimum skoraði Jóhan Josephsen trý mál, legði upp til tvey mál og átti stóran leiklut í tveimum øðrum málum.

Jóhan hevur sáttmála við KÍ í 2025 og ætlanin hevur verið, at hann skal aftur til barndómsfelagið. Spurningurin er so, um hann fer at fáa nóg nógva spælitíð ella um tað kanska verður best fyri allar partar, at hann tekur t.d. eitt hálvt ella heilt ár afturat í B68.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið