Lýsing
Lýsing
Lýsing

Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarformaður í Posta

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.11.2024 - 13:00 Tíðindaskriv

Á eykaaðalfundi í P/F Postverki Føroya 30. oktober 2024 varð samtykt, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við Árna Ellefsen sum formanni

 

P/F Postverk Føroya hevur seinastu tíðina havt avbjóðingar við rakstrinum, serliga tí at brævaflutningurin er í stórari minking, og tí hevur verið neyðugt at tillagað felagið.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, ið varðar av felagnum, heldur, at Árni H. Ellefsen fer at veita eitt gott íkast til nevndina í Posta.

“Nevnd og leiðsla í Posta hava gjørt eitt gott arbeiði fyri at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar við fánandi brævaflutningi. Tað arbeiðið heldur fram, og Árni H. Ellefsen kemur í nevndina við drúgvum royndum úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri í Føroya Banka og sum grannskoðari. Eisini hevur hann hollar royndir sum nevndarlimur og nevndarformaður í fleiri fyritøkum. Eg eri tí sera fegin um, at hann hevur játtað at vera við í hesum arbeiði.”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Um hetta er ein singuler lóggáva, so er…
Rakul nýggjur løgfrøðingur
Áhugin fyri føroyskum kappróðri er vaksa…
BUMR eigur næsta leikin - viðmerk­ingar f…
Veðrið um vikuskiftið
Kvøldartúrur niðan á Myrkjanoyra
Eyka pláss til Marius Ziska-konsert­ina í…
Hanus: Førdi fiski­vinnu­politikku­rin skal…
Dagføra gjøld fyri tænastur hjá Klaksvík…
Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
Kunningarkvøld um tvørkynd
Frálík SPIRIO-konsert í Varpinum í kvøld
Gongur skjótt at bróta niður
Nógvur sangur nú leygar­dagin
STEINWAY-KONSERT umvegis SPIRIO í KLAKSV…
”Teir kunnu bara keypa seg úr samtaki­num…
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…