Boridust hevur virði
Ikki mong vita tað, men støvið ella dustið úr boriholum til eitt nú jarðhita kann brúkast til at lekja mold og betra munandi um gróðurin, um tað bert verður gagnnýtt rætt, veit Ørvur H. Heinesen, stjóri á Bora/Jarðhita, at siga, og at gagnnýta tað rætt merkir at nýta tað til at fáa pH-virðið í annars súrari jørð upp. Kanningar hava eisini víst, at boridustið frá føroyskum gróti ikki er so vandamikið, fyrst og fremst tí at borað verður í basalt, og ikki í eitt nú granitt, haðani dustið er spískt, sum í øðrum londum
(Grein úr blaðnum. nr 25)
Dust verður vanliga mett at vera ikki bara virðisleyst, men enntá órógvandi og dálkandi. Tað nógva av reingerð inni í húsum er nettupp fyri at koma dusti til lívs. Men Bora gjørdi nakrar kanningar saman við umhvørvisdeildum hjá fleiri kommunum, og tað vísti seg, at boridustið sum so ikki var so vandamikið, sum fólk óttaðust. Tað er sjáldsamt, at tað fer út í náttúruna, men tað sæst sera væl, tá tað ger. Kanningarnar vórðu sendar til Jarðfeingi, sum tóku sínar egnu royndir, og bæði tær og svenskar royndir vístu,
Boridust kann tó hava negativar fylgjur fyri djóralívið, um nøgdirnar verða ovurhonds stórar. Tá ið borað verður, skal nógv tilfar takast upp úr holunum, og ein tummilsregla er, at fyri hvørjar 100 metrar av boring kemur 1 kubikk av tilfari burturúr. Talan er serliga um grót, støv og vatn. Tá ið boristøv verður blandað við vatn, verður tað øgiliga skitið, og tað dálkar sjálvsagt. Her hevur Bora gjørt tað, at teir savna skitna vatnið í eina 20-fóts-bingju, har boristøvið verður skilt frá vatninum aftur við at falla til botns, hareftir vatnið verður pumpað úr, til dømis í vegaristir og leitt út á streymasjógv ella í lendi, har tað drenast væl.
Talan er um heilt lítlar nøgdir, møguliga bert uppí eina spann av støvi, men av tí at støvið er so fínt og bindur so væl, sær vatnið framvegis skitið út. Onkuntíð er tað endað í eini á, og tá sær tað ikki tespiligt út, eisini hóast talan er um smáar nøgdir. Støvið í Føroyum kemur serliga av basalti, og tað er tí ikki spískt og kann tí ikki seta seg í táknirnar hjá fiski, sum tað kann, tá talan er um onnur steinsløg, sum eitt nú granitt.
Men hvussu kann boridustið so gagnnýtast?
Ørvur Heinesen, stjóri, greiðir frá, at føroyska boridustið hevur eitt høgt pH-virði, meðan føroyska jørðin hinvegin hevur eitt lágt pH-virði. Fyri at kunna lekja náttúrubrigdi í føroysku náttúruni er ynskiligt at fáa pH-virðið upp. Tað verður í løtuni gjørt við kálki og tøði, og nógv av hesum verður innflutt. Men júst boridust er sera væl egnað til tað endamálið, sigur Ørvur.
– ”Tað kundi verið ein heil avleidd vinna at gagnnýtt boridust. Fólk kundu farið í ein handil og keypt nøkur kilo av dusti og so spreitt tað á grasplenuna. Bora/Jarðhiti framleiðir umleið 2 kubikk av dusti fyri hvørt holið, sum borað verður, og tað gevur umleið 500 kubikk um árið. Tað, sum vit hava í tonkunum, er, at tá ið vit nú skulu av við boridust, skulu vit til eitt góðkent tyrvingarpláss við tí. Har skal gjaldast fyri hvørt kubikkið fyri at sleppa av við tað”, sigur stjórin.
– ”Har kundu vit sæð fyri okkum, at fólk kundu møtt upp á hesum tyrvingarplássunum og kundu fingið sær boridust. Soleiðis kundu fólk fingið pH-virðið á síni jørð upp, soleiðis at tað fór at grógva betur, tí jørðin ikki bleiv so súr. Vit gjørdu eina avtalu um júst hetta við eitt tyrvingarpláss í Havn, men tað varð tíverri slept, tá tyrvingarplássið varð flutt”, sigur Ørvur H. Heinesen at enda.
Av sonnum áhugaverd kanningarúrslit, má sigast.