Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen frammanfyri Dímunargarð. Sornhúsið, sum til ber at leiga, sæst til vinstru á myndini. | Mynd: Jóhann Lützen

Fyrstu vínbøndur í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.11.2024 - 08:13 Mentan Myndarøð Vinna

Hjúnini í Dímun, Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen, eru farin undir at framleiða eitt rabarbubryggj við heitinum Barba. Hóast tað tekniskt sæð kanska ikki livir upp til allýsingina av víni, ið sum kunnugt eru framleidd úr víndrúvum, so minnir tað so nógv um serliga rosévín, at Rúsdrekkasøla Landsins hevur flokkað tað sum vín á heimasíðu síni. Og tí kunnu vit tosa um dímunarhjúnini sum teir fyrstu føroysku vínbøndurnar

 

(Grein úr blaðnum, nr 26)

Grundin varð løgd í 2017, tá ið Dímunargarður vann Embla-virðislønina sum rávøruframleiðandi garður. Sama kvøld, sum hildnaðist væl fyri føroyingar sum heild, hátíðarhildu dímunarhjúnini heiðurin, komu tey í prát við íslendska bóndafelagsformannin, ið spyr, hvat tað næsta verður, tey finna uppá. Mest í spølni svara tey bæði, at tað ”kanska verður ein róta-cider”.

Mánamorgunin aftaná hetta er Janus Vang frá iNova í útvarpinum og greiðir frá virðislønunum og eftirfylgjandi kvøldinum, og har kemur hann til at siga, at ”í Dímun eru tey farin at arbeiða við rótacider”. Tey vórðu tí veruliga tikin upp á orðið, og tað forpliktaði, hóast tey als ikki eru fakfólk á økinum, greiðir Eva úr Dímun frá. Borðið fangaði, og fakfólk máttu tilkallast, leggur hon skemtandi afturat. Hesi fakfólkini eru har einamest fyri at tryggja góðskuna, meðan dímunarhjúnini hava avgerandi orðið viðvíkjandi smakki.

Fyrsta framleiðslan var eitt samstarv við bryggjaríið Okkara, og var tað rótabryggið Mai, sum var fyrsta føroyska vínið á marknaðinum. Nú verður alt gjørt í Dímun. Bryggjaríið í Dímun er lítið, men vørurnar verða framleiddar frá byrjan til enda har. Talan er um rótabryggj og rabarbubryggj, harav nýggjasta merkið er Barba. 

 

Ikki cider, ikki vín og ikki øl

Sjálv er Eva í Dímun ikki heilt avgjørd í, at tað kann kallast vín, og tekniskt sæð er tað rætt, tí Barba ikki verður gjørd úr drúvum. Hon sigur, at Barba er ”ikki cider, ikki vín og ikki øl, men rabarbubryggj, men líkist mest einum mousserandi rosévíni”. Jógvan Jón lýsir bryggið sum ein vanligan drykk at hugna sær við, og nevnir, at tann eini varianturin av Barbu er í vín-bólkinum, tá tað kemur til styrki, hóast hann ikki er heilt álvuligur við at kalla tað fyri vín.

Tann Barba er 10% í alkoholstyrki; ein søtur, lættur drykkur, sum kann brúkast sum vín, t.v.s. bæði aftur við mati, osti og keks, og einsamallur eitt kvøld á terassuni.

Eisini gera tey eina aðra Barbu við øl- ella ciderstyrki, og so ein likør í samstarvi við Faer Isle Distillery, tí tað ikki er gjørligt at bryggja likørar við 25% alkoholi í; tað verður tí bryggjað við 17,5% og síðani styrkt ella ”lyft”, sum Jógvan Jón orðar tað, við framleiðslu frá Faer Isle Distillery til 25%. Hesin varianturin verður nevndur Villa Barba. Men fyribils er tað bara Barba við vínstyrki, sum er at fáa til keyps í einkarsøluni.

 

Rótabryggj hóskar seg væl til ræst

Meðan rótabryggið Mai er gjørt við rávøru av staðnum, koma fleiri av rabarbunum til Barbu aðrastaðni úr landinum, einamest úr Vestmanna, umframt nøkrum rabarbum úr Dímun. Barba fæst til keyps í Rúsdrekkasølu Landsins, men hini bæði sløgini sum nú er bert eru at fáa í Duty Free í Vágum, men fara at fáast í Rúsdrekkasøluni, lova dímunarhjúnini, sum tó hava fokus á rótabryggið í fokus júst nú.

Rótabryggið er ein heilt onnur vøra enn rabarbubryggið, leggur Eva úr Dímun eina við, og sigur, at av virðing fyri rávøruni lata tey rótabryggið smakka av rót, og tað ger, at hon einamest tiltalar tey, sum dáma røtur. Tann smakkurin er rættiliga kraftigur, og Jógvan Jón skjýtur uppá, at tað eru umleið túsund føroyingar, ið veruliga dámdi Mai, sum var rótabryggið bryggjað upp á mairót. Eva leggur afturat, at rótabryggið hóskar best til kraftigan, føroyskan mat.

 

Búnaðargrunnin hollur stuðul

Stuðul verður latin útoyggjum til nýhugsan, umframt at Búnaðargrunnurin eisini stuðlar, og hetta hevur gjørt tað gjørligt fyri dímunarhjúnini at fingið gjørt produktini liðug í ár, tí tað krevur stórar íløgur. Hevði Búnaðargrunnurin ikki verið, høvdu tey helst mugað bíðað í 3 ár afturat.

 

Ymiskleikin góður fyri garðin

Tað er ein lívsstílur at vera bóndi í Dímun, og tá verður ikki bert meint við vínbøndur. Ein má veruliga tíma tað, sigur Eva úr Dímun, og leggur afturat, at tað er fantastiskt, um man trívist við tí lívsstílinum. Hon nevnir, at hon hevur ongantíð verið í summarferiu sunnanfyri, og at tað er sjáldan, at bæði eru av oynni í senn. Seinast tey vóru tað, vóru foreldrini hjá Evu í Dímun. Tey hava tann politikkin, at ongin skal vera einsamallur ella einsamøll í Dímun.

Hetta við at vera 2 um alt er nakað, hjúnini ganga høgt uppí, og tað er eisini teirra forrætningsmodell. Tey nýta hvørt annað sum sparringspartnara, og kunnu væl diskutera, so bylgjurnar ganga høgt, men tað meta tey sær ógvisligari út fyri uttanfyristandandi, enn hvat tað veruliga er. Eva er tann stabila, sum hvílur væl í tí verandi, meðan Jógvan Jón er tann, sum hugsar djúpt og vil hava spenning. ”Eva heldur mær niðri á jørðini”, sigur Jógvan Jón við einum brosi við Norðlýsið at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit standa her so fittar og bíða eftir t…
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024