Lýsing
Lýsing
Lýsing
Silja er fødd í Keypmannahavn og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur tikið útbúgving á The Glasgow School of Art og býr í London, men arbeiðir eisini í Føroyum og sýnir oftani fram her. | Mynd: Dávur Winther

Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  18.11.2024 - 21:19 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vitlíki visti hvør Silja Strøm er, og at hon læt upp eina framsýning í Gamla Seglhúsinum, sunnudagin, 17. novembur 2024.

Silja er fødd í Keypmannahavn og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur tikið útbúgving á The Glasgow School of Art og býr í London, men arbeiðir eisini í Føroyum og sýnir oftani fram her.

Tó at veðrið ikki var av tí besta sunnudagin, hevði nakað av fólkið leitað sær í Gamla Seglhúsið, sum beyð uppá tónleik, vælkomin- og setanarrøðu og eitt, sum so oftani fyrr, frálíkt ábit.

Silja, sum hevur vitjað Seglhúsið og Spaniastovu fyrr, hevði hesaferð 22 verk við sær, og høvdu tey bretsk heiti, so sum “They lived in each other”, “Roll up that heavy steam”, “You deserve a dawn” og fleiri.

Her niðanfyri verður setanarrøðan, ið Hilmar Høgenni helt, tá ið framsýningin lat upp, endurgivin.

Tá eg hevði játtað at halda røðu til fernisering hjá Silju, var eitt tað fyrsta, eg gjørdi, at skriva “Silja Strøm” í Copilot, vitlíkistænstuna hjá Microsoft. Úrslitið hjá Copilot var:

Silja Strøm er ein evnarík føroysk listakvinna kend fyri síni serstøku og nýskapandi verk. Hon er viðurkend fyri síni evni at blanda filosofisk, samfelagslig og humoristisk element inn í sína list og skapa ein sermerktan og hugleiðandi stíl. Verkini hjá Silju Strøm kanna ofta temu við einum feministiskum sjónarhorni og leggja mentanarliga og intellektuella dýpd afturat.

Í løtuni hevur hon framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, sum letur upp 17. novembur 2024. Henda framsýningin sýnir hennara nýggjastu verk fram og verður at síggja fram til 10. desember 2024.”

Stutt og greitt og væl rakt, haldi eg, og skjótt hjá Copilot at greina, tí tað er bara ein Silja Strøm. Silja er sín egin og líkist burturúr.

Eg kann ikki rættiliga minnast, nær eg fyrstu ferð havi sæð verk hjá Silju, men tað fyrsta, sum kemur mær til hugs, er stødd og skap, og at talan var um eina listakvinnu.

Smáar myndir, málaðar á ofta óreglulig skap, lítil plátupetti, sum kundu sæð út sum fráskurðir, sum Silja hevur nýtt at skapa okkurt við heldur enn at koyra burtur. Og so er tað okkurt við litum og figurum og tað at fáa burtur úr tílíkum, sum ofta verður fatað sum einki, sum sigur, at talan má vera um eina listakvinnu heldur enn ein listamann.

Silja er fødd í Keypmannahavn og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur tikið útbúgving á The Glasgow School of Art og býr í London, men arbeiðir eisini í Føroyum.

Silja kennist altíð aftur, tí hon hevur sín heilt egna stíl, bæði tá talan er um form og skap, og tá talan er um tað figurativa og litavalið. Silja sameinir oftast tað figurativa og tað abstrakta. Tað abstrakta í litunum og so tað figurativa í fólkum ella lutum, sum eru saman, men sundurskild, ella sundurskild saman.

Í 2019 var stór serframsýning við Silju í Listaskálanum við heitinum ”Listaleikir”. Í tí sambandi varð ein bóklingur útgivin, og ein av greinunum í bóklinginum var ein listafólkasamrøða við heitinum ”Listaleikir – leikir í listum”, sum núverandi stjórin á Listasavninum, Solveig Hanusardóttir Olsen, hevði við Silju.

Í hesi greinini havi eg funnið lyklar, sum gera tað lættari hjá mær at skilja listina hjá Silju. Kanska er rættari at siga at lesa listina hjá Silju heldur enn at skilja.

Í samrøðuni sigur Silja m.a. um arbeiðsgongdina hjá sær:

Tað fyrsta, sum tú kanst siga, er, at tað er ein støðuføst arbeiðsgongd. Hon er sirkuler, soleiðis at eg altíð eri í gongd við at framleiða okkurt. Arbeiðsgongdin er treytað av, hvar í heiminum eg eri. Tá ið eg ikki havi atgongd til eitt størri atelier, siti eg í íbúðini í London og tekni smærri myndevni. Myndevnini eru grundtankar, sum eg byggi víðari á, og eru ikki eins fullgjørd, og tá ið eg geri størri verk. Tá ið eg so fari í gongd við ein størri málning, savni eg allar tekningarnar og myndirnar saman, sum eg haldi vera áhugaverdar tann dagin, og heingi tað á ein vegg. So skitsi eg eitt sindur og seti ymisk myndevni og staklutir saman. Tá ið blýantsstrikurnar eru klárar, taki eg allar myndirnar og tekningarnar burtur. Eg havi bara verkið framman fyri meg, og so máli eg. Soleiðis er arbeiðsgongdin ein støðug ringrás.”

Og um staklutirnar í verkunum sigur Silja:

Í siðbundnari list er ofta eitt hierarki í myndunum, tað vil siga, at ávís ting verða sett í miðdepilin. Í staðin fyri hierarki vil eg hava demokrati. Fyri at fáa samlag í myndina royni eg at venda fokus á ein demokratiskan hátt. Tað vil siga, hvussu nógv er lagt í tann einstaka partin. Tað er ógjørligt at fáa alt líka, men sambondini skulu vera sjónlig.”

Seinastu tvey árini havi eg dag og dagliga sæð verkið ”Swimming Studies I” frá 2018. Eitt verk, sum hevur hingið á skrivstovuni hjá systur Silju, meðan hon hevur verið landsstýriskvinna. Myndevnið er helst hornið á einum svimjihyli, har figururin júst er kavaður út í hylin. Talan er ikki um fleiri tekningar, sum eru samansettar til eina heild, men heldur ein tekning, sum er blivin til ein stóran málning, sum á sín hátt kanska sær út sum ein brotpartur av eini størri heild. Men framvegis er talan um eina samansetta mynd. Talan er her kanska meira um fleiri løg, sum liggja gjøgnumskygd oman á hvørjum øðrum.

Júst sama myndevni hevur Silja nýtt á eini av teimum átta vatnlitsmyndum frá 2017-2018 við felags heitinum “My Poem is Bigger Than Your Poem”. Í hesum báðum verkunum hevur liturin hug at førka seg yvir til eisini at vera ein partur av tí figurativa.

At Silja er eitt av okkara gávuríkastu listafólkum, skerst ikki burtur. Tað er ikki uttan grund, at hon var við til at listprýða nýggju politistøðina í Havn og nýggja langhylin, sum júst er latin upp í Havn. At Silja hevur verið úrvalssvimjari á ungum árum sæst ofta aftur í hennara list, ikki minst í prýðingini av nýggja langhylinum, har hon hevur lagt dent á tað figurativa, meðan tað abstrakta er skorið niður til ein grønan lit. Hóast bara grøna litin er eingin ivi um, at hetta er Silja. Silja í sínum rætta elimenti, kundi mann sagt.

Takk, Silja! Eg gleði meg at lesa hesi nýggju verkini hjá tær. At njóta skiftið og samspælið millum tað figurativa og tað abstrakta, millum lit og skap, og undrast saman við teimum báðum figurunum, sum síggjast niðast á onkrum av hesum nýggju verkunum, og sum kanska undrast og spyrja hvønn annan: “Hvat er hetta, sum vit eru partur av?” Silja, tú ert ikki skjótlisin. Tí ber til at venda aftur til verkini hjá tær og lesa okkurt nýtt. Tað er tað, sum eg haldi ger tína list spennandi og avbjóðandi og ikki minst haldføra.

Við hesum fáu orðum er framsýningin sett.

Til lukku, Silja, og til lukku, Jastrid og Símun!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit standa her so fittar og bíða eftir t…
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024