Trivnaður, framskygni og skynsemi næstu fýra árini
Varpið var karmur um tiltakinum, tá býráðsmeirilutin við slagorðunum "Trivnaður, framskygni og skynsemi" bjóðaði almenninginum við til undirskriving av samgonguskjalinum í kvøld
Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri høvdu bjóða inn í Varpið í kvøld, tá skrivast skuldi undir samgonguskjali.
Heilt fitt av fólki var møtt í kavaveðrinum, at síggja hesa søguligu hending. Karl Johansen beyð vælkomin og las eina bøn upp. Siðani greiddi hann í stuttum frá hvussu samgongan varð skipað. Eftir hetta fingu forfólkini fyri ymsu nevndirnar orðið og greiddu í stuttum frá hvat tey fóru at leggja dent á komandi setuna.
At enda settu býráðslimirnir sítt navn undir samgonguskjalið. Vit hava samrøður við býráðsmeirilutan í morgin.