Lýsing
Lýsing
Lýsing

Blátt við nýggjum jólasangi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.11.2024 - 18:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tónleikabólkurin Blátt gevur fríggjadagin út nýggjan føroyskan jólasang. Hetta er fyrsta útgáva hjá bólkinum síðani 2011. Talan er um eitt staklag, ið kallast "Frá mær til tín"

 

 

Jákup Marnar Anthoniussen, sum øll árini hevur verið oddamaður í Blátt, eigur bæði orð og lag. Sangurin varð skrivaður tíðliga í ár, og upptøkurnar fóru í gongd í heyst. Og nú fríggjadagin, tveir dagar undan fyrsta sunnudegi í advent, verður sangurin spældur á fyrsta sinni.

Frá mær til tín kann hoyrast á Spotify frá fríggjadegnum 22. november og á øllum útvarpsrásum í Føroyum.

 

Sang: Jákup Marnar Anthoniussen

Kór: Símun Dam

Trummur: Absalon Østerø

Guitar: Jóan Petur Hansen (Beddi)

Bass: J. Herluf Sørensen

Flygel: Eyðbjørn Jacobsen

Keyboards: Símun Dam

Trompet: Rúni Hentze

Munnharpa: Reidar Rasmussen (NO)

Partur av skúlakórinum á Skúlatrøð: Kezia, Væna, Barbara, Tóra, Joan N, Hanna, Amy, Elisa, Bjarta, Anna J, Andrea, Eli, Íðunn, Joan J, Elisabeth, Victor, Eva L, Eva S, Emma, Eydna og Ida.

 

Upptøkur og lagt til rættis: Símun Dam & Pætur Gerðalíð

 

Stuðlar: Klaksvíkar kommuna, JFK Heilsøla, Norðoya Sparikassi, Gramex FO Tónleikarafelag, Koda Føroysk tónaskøld

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit standa her so fittar og bíða eftir t…
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024