Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mercedis: Hví skulu vit vera tænarar hjá øðrum londum?

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  20.11.2024 - 06:00 Politikkur Tíðindaskriv

Vit vita, at vit fara at hava brúk fyri olju nógvu næstu árini. Ja, vit kunnu velja at lata vera við at leita eftir olju. Men um vit gera tað, eru vit noydd til at hella høvdið ímóti Putin ella Miðeystri fyri at kunna keypa olju har. Ella vit kunnu eisini velja at fara eftir okkara egnu olju, og tað gera vit við grønari orku – ja, tann mest burðardygga oljuleiting sum finst í dag.

 

Í Norðurevropa er nógv olja eftir – sannlíkt eisini í Føroyum. So hvørt sum tær “gomlu” oljuleiðirnar í Norðsjónum og vestanfyri Hetland verða latnar aftur, so gerst tað truplari og truplari at útvinna olju her uppi í Norðuratlantshavi.

Tí er spurningurin eisini, um vit ikki eiga at fáa gongd á oljuframleiðsluna her um leiðir.

Rosebank, har bretar útvinna olju, liggur umleið 10 kilometrar frá føroyska markinum.

Sjálvandi er tað olja í føroysku undirgrundini eisini.

Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at og ganga sum tænarrar fyri onnur oljulond, meðan tað allarhelst er fult av olju í okkara egna øki. Vit eiga sum skjótast fara at leita og útvinna olju sjálvi.

Eg var við Rættarnevndini í London herfyri. Kom í prát við ein bretskan politikkara. Spurdi, um tey fóru í gongd við oljuleiting við Rosebank.

Hann svaraði mær: Vit vita, at vit fara at hava brúk fyri olju nógvu næstu árini. Ja, vit kunnu velja at lata vera við at leita eftir olju. Men um vit gera tað, eru vit noydd til at hella høvdið ímóti Putin ella Miðeystri fyri at kunna keypa olju har.

Vilja vit tað?

Ella vit kunnu eisini velja at fara eftir okkara egnu olju, og tað gera vit við grønari orku – ja, tann mest burðardygga oljuleiting sum finst í dag.

Hetta eru júst somu spurningar, sum vit her í Føroyum eiga at seta okkum sjálvi.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Starvs­fólka­bygningu­rin hjá Klaksvíkar Sj…
KÍ í Varpinum
Gleði og spenningur á Húsarhaldsskúla­num…
Hvat er meiningin?
Himmal heim og Hammond
Hallgerð vitjar Norðlýsið
Leiðslu- og bygnaðarbroyt­ingar í Poul Ha…
Drivið fingið 6,8 mió krónur frá LOA
Kunning frá Fríðtiðarskúlanum
Umsóknir um arbeiðs­loyvi bíða alt ov lei…
Mjølnir hópurin klárur til komandi kappi…
Seinasta venjing undan fráferð­ini til Un…
Farið verður aftur í skúla 13. august
Erla Kongsdóttir røkir Kalsoyar­siglingin…
Drós í Ólavsstovu sett sum ráðgevi í Mat…
SF: Vit síggjast í 2026!
200 fjórðingar - Okkara ogn og rættur
Besta slóðin til fjallaslóðir
Sólin hevur skinið á Árna og KÍ
Dynamit spælir á midnátt leygarkvøldið