Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatrøini

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  27.11.2024 - 15:40 Mentan Tíðindi

Nú eru fólk frá kommununi farin at rigga jólprýðið til í bygdunum og í býnum. Her niðanfyri er eitt yvirlit, nær tey ymsu trøini tendra.

KALSOY

Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið        28. november kl. 17.45

Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið            28. november kl. 18.30

Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið       28. november kl. 19.00

Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið          28. november kl. 19.45

Olivur Thomsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00

– Bussur er við í ferðini.

 

Jólatræið í Vágstúni

Leygardagin 30. november kl. 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað

Marjun Lómaklett, sóknarprestur og Signhild V. Johannesen halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik. Eisini hava vit frætt, at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær.

Teir hava eisini pakkar við til børnini.

Aftaná verður ein góður kaffimunnur í Varpinum.

Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hugnaligu løtuna.

 

Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 30. november kl. 17.30.

Hanus Poulsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

 

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 2. desember kl. 18.00

Sylvia Thomsen heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Boðið verður kaffimunnur aftaná.

 

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 2. desember kl. 18.30

Annika S. Biskopstø heldur røðu Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður kaffimunnur aftaná.

 

SVÍNOY

Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 7. desember kl. 16.00.

Ásmund Olsen, skipari heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir 

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30

Lýsing
Seinastu tíðindini
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum