Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Pætur Petersen og Joseph Michael Williams á veg úr KÍ?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.11.2024 - 13:30 Ítrottur Tíðindi

Tað ljóðar, at frágongdin hjá KÍ kann fara at telja tveir av leikarunum, ið annars hava sáttmála fyri 2025.

Bæði Pætur Petersen og Joseph Michael Williams hava sáttmála fyri 2025 við KÍ. Men sambært góðum keldum hjá Norðlýsinum, so er ein møguleiki fyri, at teir halda ikki fram í KÍ. Báðir høvdu eitt torført kappingarár í 2024, har spælitíðin var avmarkað. Felags fyri báðar er, at teir hava eiutt avíst samband við komandi KÍ-venjaran Magnus Powell. Magnus Powell royndi at fáa Pætur til Østersunds í 2022, meðan Joseph var í norska felagnum Sandefjord, tá Magnus var venjari har í 2018.

Sum skilst hava báðir frítt at fara í vetur. Sum skilst skal Joseph royndarvenja við onkrum felag, meðan ein skaði hjá Pæturi ger hansara støðu meira ógreiða. Tað vísti seg á myndum, at hann hevði spælt stóran part av kappingarárinum við hesum skaða, so tað hevur helst eisini ávirkað avrikini skeiva vegin. Baðir hava tó sáttmála við KÍ, so tað er eisini ein møguleiki at teir halda fram í KÍ, so leingi sum einki annað er kunngjørt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvør hevur víðka Akursmørk­ina innangarðs…
Vit mugu betra um viðurskift­ini hjá fólk…
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið