Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býráðið kroystir Föroya Bjór við óakseptablum leigusáttmála

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.11.2024 - 13:37 Tíðindi Vinna

Fyrr í ár skrivaði Norðlýsið um umstøðurnar hjá Föroya Bjór, sum tá nærmast kendi seg trýst út úr býnum av ætlanunum um 30 parkeringsplássum tætt við nýggja hotellið, ið verður bygt í løtuni. Síðani tá hevur samskifti verið millum kommununa og Föroya Bjór, eins og vit hava havt eitt býráðsval. Norðlýsið fylgir her málinum upp og spyr Einar Waag á Föroya Bjór, um nakað er broytt, og hvar málið liggur í løtuni

– ”Málið liggur soleiðis í løtuni, at kommunan heldur fast um, at tey gera 30 parkeringspláss, sum tey siga vera almenn parkeringspláss. Vit hava samráðst aftur og fram, har vit hava greitt frá, at vit tola als ikki at fáa tann trafikkin. Tað sigur kommunan seg kunna ”loysa” við at avskerma økið, soleiðis at tað ikki verður koyrandi gjøgnum økið, sum Föroya Bjór eigur. Og kommunan hevur eisini kannað sær nakað afturat sum arbeiðsøki”, byrjar Einar Waag samrøðuna við at siga. Hann heldur fram:

– ”Tað verður ein trupul uppgáva. Vit hava síðani samráðst um, at í syðra partinum liggur eitt stórt øki, sum vit halda natúrliga hoyrir til okkara arbeiðsøki, og tað sigur kommunan kann roknast uppí ein leigusáttmála. Teir hava sostatt bjóðað okkum eitt hampiliga stórt øki til leigu. Men so er tað, at vit fara at hyggja at, hvat leigusáttmálin (ein 10-ára sáttmáli, sum vit fingu sendandi í juni mánað) gongur út uppá. Har stendur ein røð av undantøkum, sum bara eru til fyrimuns fyri kommununa, og eitt nú stendur, at uppsagnartíðin fyri kommununnar síðu er 6 mánaðir. Hvussu ólukkan kann man tá kalla tað ein 10-ára sáttmála?”, spyr Einar. Men tað er ikki alt:

– ”Vit hava eisini frætt, at man forhandlar til onkra síðu um 20-ára sáttmála, har eg ikki rokni við, at nøkur uppsøgn er við. Og so stendur tað í eini gamlari avtalu, har vit gjørdu ymiskar umskipanir, og kommunan fekk tá brekkuna, sum vit høvdu gjørt – og sum kostaði eina formúu tá – og fyri tað skuldu vit fáa 600 m². Eina løtu vóru hesir 600 m² staðsettir inn ímóti Pumpuhúsinum. Pumpuhúsið varð í sínari tíð gjørt soleiðis, at tað eisini skuldi tæna sum fundament undir einum parkeringshúsi. Men nú fáa vit at vita, at parkeringshúsið ikki eingong er planlagt, og at kommunan skal gera ein veg fram við Pumpuhúsinum, sum er einar 5-7 metrar breiður, sum skal føra til hesi 30 parkeringsplássini”, sigur Einar Waag.

Hann heldur fram: – ”Vit eiga altso 600 m², sum kommunan sigur skulu uppí ein leigusáttmála, sum kann uppsigast upp á 6 mánaðir. Støðan er ikki broytt til tað betra. Vit hava nærlisið leigusáttmálan, sum kann verða uppsagdur nær, tað skal vera. Eg má endurtaka: 6-mánaða uppsagnarfreist til eitt virki, sum hevur ligið her í 136 ár. Hesin leigusáttmálin er púra óakseptabul”, ljóðar niðurstøðan hjá Einari Waag.

 

Tilvildarlig kunning um parkeringsplássini

– ”Vit fáa knappliga tvær tekningar, har kommunan spyr, hvar vit helst vilja hava vegin. Har vóru tvey í at velja. Annað hevði vegaføringina beint ígjøgnum okkara matrikkul. Hitt gekk við Pumpuhúsið. Vit spyrja so, hvat vegurin er til, og fáa at vita, at hann er til ”tað norðara hjørnið”. Vit spyrja, hvat tað merkir, men fáa onki svar. So spyrja vit, um vegurin er til hotellið, og fáa trilvandi at vita, at har var komin ein óformligur fyrispurningur. Hetta er tann 19. juli (í 2024, blðm.)”, sigur hann, og heldur fram:

– ”Hotellið hevur verið staðsett har í fýra ár. Fantastisk planlegging frá Byggi- og Býarskipanarnevndini í Klaksvík”, sigur Einar Waag at enda, og sarkastiski tónin er ikki at fara skeivur av.  

 

Býráðsfundur verður hósdagin kl. 17.30

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðið kroystir Föroya Bjór við óaksept…
Kósavirkið virkað í 15 ár uttan steðg
Avgerð tikin um at fara til samráðingar…
2 x Svensson í Gallarí Á Stongunum
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, fi…
Okkurt Jólapiss á loftinum í Spinnarínum
Kommunustýrið í Kunoyar kommunu hevur s…
Kaffisølan hjá KÍ gav 125.000 krónur í 2…
Í hálvum gekki
Umleypandi veður í vikuni
STYRKILYFTING: Rógvi Sørensen vann steyp…
Seinastu dystirnir fyri jól
Loynifundur á Strondum
Býráðslimur fegnast um góðu gongdina
Veðrið restina av degnum og í nátt
Pætur Petersen og Joseph Michael William…
Røða hjá Mercedis til lands­fundin 2024
Komandi útgjøld úr Samhaldsfasta eru ikk…
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ í 2024