Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Vágstúni

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  01.12.2024 - 11:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár var prýðiliga træið í Vágstúni tendrað, har hópin av fólki møttu upp. Børnini høvdu ikki stundir at bíða til træið varð tendrað, og byrjaðu tí at telja niður langt fyri tíð.

Marjun Lómaklett, sóknarprestur og Signhild V. Johannesen, býráðslimur hildu røður, Klaksvíkar Hornorkestur spældi hugnaligan jólatónleik.

Jólamaðurin komu við pakkum til børnini, meðan Trøllapætur og ommudidd tendraðu jólatræið.

Aftaná var ein góður kaffimunnur í Varpinum.

Her niðanfyri verður røðan hjá Signhild V. Johannesen endurgivin:

Góðu tit øll!

Vit eru savnað her í dag at tendra hetta flotta træið. Komandi vikurnar fer tað at prýða okkum býin. Við hesum senda vit gleði, vón og hita út í myrka veturin. Vit eru her saman, sum ein familja, og í felag minnast vit tann kærleikan, sum jólini snúgva seg um.

Árið er sum eitt hjól, sum rullar og rullar og endurtekur seg. Onkur sigur, at lívið er tann bera endurtøka, meðan onnur elska endurtøkuna. Endurtøkan hevur nakað við minnir at gera. Hon knýtir okkum saman við fortíðini. Á jólum minnast vit tað góða, ið var, barndómsheimið, eina góða ommu ella ein góðan pápa, og hetta endurtaka vit hvørji jól. Nakað soleiðis hugleiðir Armgarð Arge í seinasta SMS blaðnum.

Endurtøkan gevur okkum tryggleika. Men bara um vit endurtaka nakað gott. Tíverri vita vit, at jólini ikki altíð bera gleði hjá øllum. Í summum førum kann endurtøkan kennast sum ein byrða – eitt minni um nakað ótrygt, sum kann stinga djúpt, til dømis orsakað av misnýtslu ella einsemi.

Herfyri kom vakri sangurin hjá Steintóri Rasmussen "Tað kundi verið eg" út á enskum máli. Ljósar barnarøddir saman við flottastu myndunum bæði úr Føroyum og uttan úr heimi. Hóast vit hava kent hetta lagið leingi, so rørdi tað meg innarliga at hoyra hann aftur í nýggjum hami. Orðini í sanginum minna okkum á tað stóra í smáum løtum, og hvussu lívið hjá øðrum kring heimin eins væl kundi verið okkara lív.

Boðskapurin er framvegis sera viðkomandi. Vit liva í eini tíð, har kríggj herjar í fleiri londum, og ófriður sundurloysir familjur. Og tað kundu verið vit, sum mistu hús, familjur ella framtíð okkara. Tað kundu verið vit, sum máttu søkt skýli og náði frá øðrum.

Men mitt í tí myrka er eisini vón. Eitt øridini ljóðar soleiðis:

"Handan myrku skýggini ein sól sum skínur bjørt
Kanska eg kann hjálpa, og eg fái okkurt gjørt
Gævi at mítt hjarta altíð føla vil við tær
Tað kundi verið eg, sum í tíni støðu var."

Vit kunnu vera tað ljós, sum lýsir upp myrkrið – ein hjálpandi hond hjá teimum, sum stríðast í neyðini, bæði her heima og kring heimin.

Óansæð hvussu stór ella lítil gerðin er, so kunnu vit øll vera okkurt fyri onkran. Og á jólum eiga vit at geva okkum stundir til at steðga á, líta rundan um okkum og hugsa um, hvat vit kunnu gera.

Í dag er 30. novembur og jólini nærkast í hvørjum- Tá vit halda jól, minnast vit heimsins frelsara. Hann, sum bleiv reivaður og lagdur í eina krubbu, tí ikki var rúm fyri honum í tilhaldshúsinum. Fjósið og krubban, sum í dag minna okkum á kærleikan og umsorganina, vit øll hava tørv á.

Onkuntíð undrist eg á, hví vit halda fast í hesum siði. Undranin kemur av, at vit eru farin so langt frá upprunanum til jólini.

Vit gloyma ofta at geva náttúruni tann ans, hon hevur uppiborið – hesa gávu, sum skaparin hevur lagt í hendur okkara. Vit hóma ikki vøkstur og grøðina í eygnakrókinum. Vit geva ikki hvør øðrum ta tíð og ta umsorgan, øll ynskja og hava tørv á. Vit hava skund og skulu alla tíðina náa okkurt annað onkra aðrastaðni. Men vit uppliva okkurt fullkomið, nakað vakurt og gleðiligt í at síggja ljós og glimmur, kúlur sum speglast á trænum og eygu, ið strála á børnum.

Børnini, sum hava glett seg so leingi. Men børnini í dag gleða seg ikki bert til pakkarnar. Tey gleði seg líka nógv til at halda frí saman við foreldrunum. Lat tað verða ein áminning um, at tað týdningarmesta í lívinum ikki er í tingunum, men í samveruni.

Tað er júst tað, jólatræið og ljósini minna okkum á. Ljósperurnar á jólatrænum eru ein áminning um felagsskap og styrki – og hvussu vit, sum greinarnar á einum træi ella perunar á eini ketu, kunnu halda saman og gera mun fyri onnur.

Men at gera mun merkir ikki altíð, at vit skulu gera so nógv. Viðhvørt er nokk bara at vera. Vit eru øll ymisk, men "Um vit í lívinum eru ymisk, so eru vit í deyðanum lík." Tí eiga vit at vísa tolsemi og rúmligheit fyri hvørjum øðrum. Og vit skulu læra okkum ikki at stremba eftir fullkomileikanum alla tíðina. Vit eru øll nóg góð, júst sum vit eru. Latið okkum vera sum granntræið. Tað hvílur í tí, sum skaparin hevur givið tí. Rennir ikki undan tíðini. Stúrir ikki fyri aldrinum. Roynir einki. Er bara har. Og við síni nærveru skínur tað fyri øðrum.

Og lat tað minna okkum á, at tá vit sjálv ikki megna at tendra okkara ljós, kunnu onnur gera tað fyri okkum. Bæði nú og alt árið.

Nú vit í dag tendra jólatræið í Vágstúni, lat okkum gera tað í vón um nakað betri, ið koma skal. Og lat okkum gera tað við jólaboðskapinum í huga. Honum, sum ongantíð viknar.

Armgarð Arge endar við hesum orðunum:
"Tá ið jólini eru farin, pakka vit alt prýðið niður og goyma til næstu jól. Vit skimma og vaska alt tað hugnaliga burtur, sum nú er órudd. Men føðingardagsbarnið, hann kunnu vit ikki pakka niður. Og fáa vit fatur á tí reyða tráðnum, at meira er millum himmal og jørð, føðist jólagleðin."

Við hesum fari eg at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og ein vónríkan vetur. Latið okkum vera ljós og gleði fyri hvørjum øðrum – bæði her í Klaksvík og kring heimin.

Takk fyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið á gøtuni
Lea Osberg Højsted vann bronsu á NJM
ÍF var á odda 2-0, men Mjølnir vann 3-2
Býráðið samtykt fíggjarætlan fyri 2025 
FMA 2025, 22.mars í Varpinum!
Rætturin til egnan sáttmála
Líggjas Joensen vunnið gull á NJM 2024
Umleypandi veður í vikuni
Systrar­nar Evy og Paula á Lakjuni við ný…
Jólatræið í Árnafirði 
Jólatræið í Vágstúni
Pílagrímsferðin
Mjølnir tekur móti ÍF í dag
Badmintonpar sigraði í Wales
Betesda sunnukvøldið – Søga til børnini…
Lærarastovan: Fólka­skúlin, vitlíki, fram…
Jólatræið í Vágstúni tendrar
Rógvi: Venjaraleiklutu­rin er nógv øðrvís…
Vælkomin í hugnaliga gamla Klakksvígsha…
Jóla­trø­ini í Kalsoynni