Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dagny Miðskarð

Umleypandi veður í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.12.2024 - 20:45 Tíðindi Veðrið

Lágtrýstini ganga í hesum døgum ímillum Grønland og Ísland. Føroyar liggja fyri tað mesta eystan fyri lágtrýstini, og ættin hjá okkum um sunnan upp í vestan. Men okkurt lágtrýstið fer at koma heilt nær, og tá ið fer tað av vera ymsum ættum.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Norðan 5 til 10 m/s um morgunin og seinnapartin eisini. Um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Týsnáttina fer hann niður í sunnan, og framímóti morgni veksandi upp í 8 til 13 m/s. Skýggjað alt samdøgrið og stundum ælaveður við vátakava ella kava. Hitin 2 stig báðumegin frostmarkið.

Týsdagin:

Veksandi vindur av suðuri upp í 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s. Seinnapartin og um kvøldið minkandi niður í 8 til 13 m/s. Allan dagin samdrigið, fyrrapartin vátakavi, seinni regn. Hitin úr 3 upp í 7 stig.

Mikudagin:

Hann gongur vesturum til útsynning og minkar niður í 5 til 10 m/s. Um kvøldið og náttina lækkar hann niður í sunnan, seinni eysturum til landsynning og veksur vindin upp í 13 til 18 m/s. Skýloftið skiftandi allan dagin og ælaveður, men sum frá líður skýggjað og regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

Hósdagin:

Minkandi vindur av útsynningi niður í 5 til 10 m/s, men um kvøldið og náttina gongur hann upp í útnyrðing og veksur vindin upp í 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn fyrra partin av degnum, seinni hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 8 stig.

Fríggjadagin:

8 til 13 m/s av útnyrðingi, í støðum upp í 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við regni ella vátakava. Hitin 2 til 6 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…