Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Árnafirði 

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  01.12.2024 - 16:05 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið var jólatræið í Árnafirði tendrað.

Har vóru rættiliga nógv fólk komin saman at lýða á bæði hornorkestrið og røðuna hjá Hanusi.

Hanus Poulsen, sum er ættaður úr Árnafirði helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi frálík jólaløg.

Eftir haldið varð boðið til ein kaffimunn og hugnaløtu í gamla bygdahandlinum, sum Samson Højgaard nú eigur.

Her niðanfyri verður røðan hjá Hanusi Poulsen endurgivin:

Gott kvøld øll somul!

Vælkomin øll somul!  Tað er sera hugaligt at sýggja so nógv sum eru komin saman her í dag,  nú jólatræðið í Árnafirði er tendrað, og er hettar eitt sera gott afturvendandi tiltak.

Ein løta sum hendan, kveikir mínir tankar, so teir hava hug at fara á flog, og líta  eitt sindur  aftur í tíðina sum so skjótt fór avstað

”Tíðina sum so skjótt fór framvið”! Hettar man nokk verða eitt hugtak, sum vit - ið eru komin eitt nakað til árs - mangan taka til.

Eg kann minnast, at hettar als ikki var so fyri okkum sum børn.  Tá vísti tað seg at vera sera lang tíð at bíða til næstu jól komu.

Nú fari eg nokkso nógv ár aftur í tíðina – tá eg var eini 10-12 ár - og tað er langt síðani,  minnist eg væl, hvussu vit sum vóru børn - upplivdu jólini. Tá vóru heilt aðrar tíðir, og sjálvt um vit onki ravmagn  høvdu,  tá vóru jólini ikki minni hugnalig fyri tað.       

Vit merktu eina verðuliga broyting í dagligdegnum í jólamánaðinum  -  kvøldini vóru myrk og long – og tá var ofta nógvur og stórur kavi, nógv meira enn tað er nú á døgum

Eitt tað fyrsta tekin vit høvdu um at jólini nærkaðust, kom tá ið jólapríslistarnir komu við postinum í hvørt hús. Tað varð dagur í viku, teir komu longu beint eftir mánaðarskiftið oktobur, novembur, og vit fóru tá beinanvegin at blaða í hesum og kanna, eftir hvat man kundi bestilla til jólagávur.

Jú har var mangt áhugavert fyri okkum børnum. Tá so Gunnar hjá Vágajógvani kom við eini frásøgn, um at pakkin nú lá á posthúsinum har yvuri í viðurbyrginum var spennandi. Foreldrini máttu sum regul punga út fyri gávurnar, sum vit fóru at  geva teimum.

Tað kundi verið nógv annað at tikið fram - so sum tað, at í  skúlanum fingu skúlabørnini - undan hvørji jól - møguleikan til at tekna okkum fyri at keypa jólabøkur, so sum ”Mín Jólabók”, ”Ved julelampens skær”, ”Historiebogen”  og feiri - og fingu vit so hesar bøkur við okkum heim, tá vit fingu jólaferiu.

Annað tekin varð, at mamma nú fór at baka jólakøkur, og undir at gera jólareint. Vit børn hjálptu so til at pynta við heimagjørdum kramarhúsum, nissum, sum vit høvdu klipt til - og hettar er nokk soleiðis eisini enn í dag.

Og so var tað jólaposturin. Hvørji jól varð bíðað í spenningi eftir hesum. Tá var jú ongin tunnil, og serliga minnist eg eini jól, veðrið hevði verið sera ringt við nógvum kava, og ikki hevði verðið veður hjá postbátinum at sigla. - Komið varð fram til tollaksmessudag, tá fóru Jógvan Svend, Mogens og eini tveir trýggir mans afturat til Klaksvíkar um Áarskarð eftir jólapostinum. 

Eg yvist ikki eina løtu í, at hettar hevur verið ein sera strævin túrur– fleiri stórar postsekkir høvdu teir við sær aftur við pakkum og jólakortum og øðrum posti, sum sent varð til Árnafirðar.

Jólatræshald.

Fyrsta eg kann minnast var á hvørjum ári millum jól og nýttár, jólatræ sett upp í skúlanum, har øll bygdin møti upp, jólasálmar sungnir og dansað var um jólatræðið, jólasøga varð lisin og andakt hildin – sera hugnaligt. Og so fingu børnini eitt kramarhús við góðgæti við til hús.

Hesi seinnu árini hevur Bygdarfelagið Báran tikið sær væl av jólatræðshaldinum og hevur tað verið hildið í kappróðrarneystinum.

Nú í nøkur ár hevur kommunan sett eitt jólatræ upp her á Vaglinum við vakrari ljósketu á, og somuleiðis sett dám á løtuna við talu, sangi og hornblástri, tá træið verður tendrað, og ikki kann sigast annað enn, at hettar er við at gera okkum hesa løtu sera hugnaliga.

Tíðir skifta og broytast, men hvar um alt er, so er tað enn tann sami gleðiboðskapurin, sum ljóðar og eiga vit í øllum meldrinum ikki at gloyma, hví vit halda jól! "Okkum var ein frelsari føddur í Dávids stað", og er hettar tann stórsta gávan, vit menniskju fingu.

Gleðilig jól oll somul!

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið á gøtuni
Lea Osberg Højsted vann bronsu á NJM
ÍF var á odda 2-0, men Mjølnir vann 3-2
Býráðið samtykt fíggjarætlan fyri 2025 
FMA 2025, 22.mars í Varpinum!
Rætturin til egnan sáttmála
Líggjas Joensen vunnið gull á NJM 2024
Umleypandi veður í vikuni
Systrar­nar Evy og Paula á Lakjuni við ný…
Jólatræið í Árnafirði 
Jólatræið í Vágstúni
Pílagrímsferðin
Mjølnir tekur móti ÍF í dag
Badmintonpar sigraði í Wales
Betesda sunnukvøldið – Søga til børnini…
Lærarastovan: Fólka­skúlin, vitlíki, fram…
Jólatræið í Vágstúni tendrar
Rógvi: Venjaraleiklutu­rin er nógv øðrvís…
Vælkomin í hugnaliga gamla Klakksvígsha…
Jóla­trø­ini í Kalsoynni