Byggja brýr við at bora tunlar
Undirsjóvartunlarnir hava verið størri sukséir, enn nakar tordi at ímynda sær. Tey fyrstu varisligu, stetlandi fetini vóru hugskot um at binda Borðoynna og Eysturoynna saman, eins og Vágar og Streymoy. Tey hugskotini vórðu ikki bert møtt við skepsissi, men við sterkari mótstøðu frá fólki, sum hildu tað vera ørskap. Í dag kunnu vit øll fegnast um tann framburð, sum tunlarnir hava givið og fara at gera. Og tann fjórði er longu í umbúna.
Í januar 2001 búðu 2.639 fólk í Vága øki. Í oktober 2024 búgva 3.448 fólk har. Hetta er ein øking upp á meira enn 30%. Sjálvandi hevur annað eisini spælt inn, men ein stórur partur av frágreiðingini man framvegis vera at finna í, at Vágar hava fingið fast samband við størru oyggjarnar.
Norðoyggjar fingu ikki sama vøkstur, men fólkatalið er kortini økt við 10% sama tíðarskeið og 8% síðani mars 2006, sum var seinasti heili mánaðurin við ferjusambandi um Leirvíksfjørð. Og vit hoyra líknandi sólskinssøgur av Toftum og Strondum, eins og vit longu eru byrjað at hoyra tær av Sandoynni við stórum bjartskygni.
Nú stendur so tann størsta, longsta og ja, dýrasta tunnilsverkætlanin fyri framman. Hon skal binda Suðuroynna upp í restina av vegakervinum norðanfyri, útoyggjarnar frároknaðar. Og hóast vit hoyra somu mótmæli og sama ósunna skepsis sum til Vága-, Norðoya- og Sandoyartunlarnar um, at tað er alt ov dýrt, tað er ørskapur og so framvegis, so fara øll uttan iva at vera glað fyri Suðuroyartunnilin aftaná, at hann er komin. Tað hendi so í øllum hinum trimum førunum.
Klaksvíkin spílar seg sum vant altíð út bæði tunnilsdagin og allan desember mánað. Allar dagfestingarnar eru ikki komnar upp á pláss enn, men vit fara heilt víst aftur at síggja skoytubreytina aftur, eins og at fjarrit longu er komið frá Norðurpólinum um, at Jólaskipið hevur sett kós móti Klaksvík, og harí stendur, at tað veldst sjálvandi um veður og vind, nær tað stevnir inn á Vágna. Saman við tí verður siðvenjuni trúgvt (“traditionen tro”) eisini Ársins Rósa handað.
Tað hoyrist eisini á glerpípunum á vatnrørunum, at serstakliga hugnaliga tiltakið Jól í Gamla Klakksvíkshandlinum verður aftur í ár, so nógv verður at síggja fram til við spenningi í Klaksvík umframt til jólini sjálvi.
Skjótt verða eisini økini Eystan Múla og Árnafjørður veruliga knýtt uppí vegakervið aftur, eftir at hava verið afturúrsigld í mong, mong ár. Meðan vit Vestan Múla hava notið væl av nýggja og betraða vegakervinum, hevur søgan verið ein onnur Norðan fyri Fjall. Tey hava havt samband, men eitt sera avmarkað og ótíðarhóskandi samband samanborið við framburðin á samferðslukervinum aðrastaðni, og mong ár fóru framvið, har onki hendi. Men í 2021 varð startskotið endiliga latið av, og vónandi fara vit í 2025 at kunna skriva, at nú er koyrandi í nýggju tunlunum.
Handilslívið, vinnulívið og eisini tað almenna í Eysturoynni og Norðoyggjum er symbiotiskt, skilt á tann hátt, at nógv fólk úr Norðoyggjum brúka Norðoyatunnilin til arbeiði, ørindi, tiltøk og tænastur í Eysturoy, eins og nógvir eysturoyingar eisini arbeiða, vitja og luttaka í felagstiltøkum í Norðoyggjum. Handlarnir báðu megin kappast upp á tann sunna mátan, ið er at geva kundunum bestu tilboðini og tænasturnar. Ungdómur í Norðoyggjum brúkar skúlatilboð í Eysturoy og øvugt, eysturoyingar brúka heilsutænastur í Norðoyggjum, og vit kundu hildið á leingi. Soleiðis gagnar Norðoyatunnilin fólki báðu megin munnarnar, og tað sama síggja vit við Vágatunlinum.
Góðan tunnilsdag, øll somul.