Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nes kommuna fær kommunustjóra frá 1. januar 2025

SKRIVAÐ: nes.fo  |  02.12.2024 - 11:47 Tíðindi

Býráðið í Nes kommunu samtykti á fundi 25. nov. 2024 at umskipa kommunuskrivarastarvið soleiðis, at Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunuskrivari, frá 1. januar 2025 verður kommunustjóri

 

 

Elsbet E. Magnussen, ið hevur verið kommunuskrivari í Nes kommunu síðan 1. juni 2021, hevur drúgvar arbeiðsroyndir í kommunalum høpi. Hon tók skrivstovuútbúgving hjá Nes kommunu, og er útbúgvin BA og M.S.Sc. í politikki og umsiting frá Fróðskaparsetur Føroya.

Seinastu árini hevur verið sera stórur fólkavøkstur í Nes kommunu. Tann 1. januar 2020 búðu 1.338 fólk í kommununi, meðan talið í nov. 2024 er komið uppá 1.585. Á vári 2023 tók kommunan við býarheiti, og vøksturin í fólkatalinum heldur fram. Tað hevur verið sera nógv bygging, bæði av íbúðum og sethúsum, og enn fleiri stórar verkætlanir eru fyri framman. So tað er sjón fyri søgn, at Nes kommuna, eftir stuttari tíð, hevur ment seg frá at vera ein bygdarkommuna til at vera ein býarkommuna.

Umsitingin á skrivstovuni hevur tí eisini verið í  broyting. Vøksturin og menningin hava borið við sær bæði økt og meira krevjandi virksemi, og umsitingin hevur fingið bæði fleiri og fjølbroyttari uppgávur.

Á heysti í 2023 varð umsitingin á teknisku deild umskipað og økt við einum starvsfólki, tá ið nýggjur tekniskur leiðari varð settur.

Nú kommunuskrivarin í Nes kommunu hevur fingið enn fleiri leiðslukendar uppgávur, heldur býráðið tað vera rætt at umskipa kommunuskrivarastarvið til kommunustjóra.

Bygnaðarliga broytingin kemur at hava við sær greiðari mannagongdir, bæði fakliga og fyristingarliga. Uppgávan sum kommunustjóri í Nes kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum. Kommunustjórin verður leiðari fyri umsitingina, beint undir borgar­stjóranum. Við bygnaðarbroytingini fær borgarstjórin eisini betri tíð til yvirskipaða fyristingarliga leiðslu og samskipan. Hetta er alneyðugt til tess at skipa kommununa trygt og dygt inn í framtíðina til gagns fyri einstaka borgaran og vinnulívið í kommununi, eins og at skapa karmarnar fyri einum góðum arbeiðsplássi hjá teimum teimum mongu, sum starvast í umsitingini og á stovnunum undir kommununi.

Á kommunuskrivstovuni í Nes kommunu starvast nú, umframt borgarstjóran, kommunustjórin, eitt skrivstovufólk, ein bókhaldari, fíggjarleiðarin, tekniski leiðarin og eitt tekniskt starvsfólk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund