Lýsing
Lýsing
Lýsing
Polo við bryggju í Klaksvík. Vakrar vóru tær, fransaskonnartirnar. | Mynd: Fjallheim

Skonnartin Polo KG 141

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  03.12.2024 - 13:20 Tíðindi

Í 1929 keypti Kjølbro trímastraðu skonnartina Immaculee Conception úr Saint Malo í Fraklandi og nevndi hana Polo. Hon var smíðað í 1921 í Binic í Fraklandi og var 208 tons. Komin til Føroya fekk hon motor, 120 hesta tuxham.

 

 

Símun Poulsen, Símun hjá Póli, úr Svínoy var skipari á skonnartini øll árini, hon var til fiskiskap, 1930-51. Bestimaður hansara, Edvard Jacobsen úr Svínoy, var flaggskipari, tá ið teir vóru í Grønlandi. Edvard hevði longdina, sum var krav, skuldi mynstrast sum skipari til Grønlands.

Í mong ár áttu Kjølbro og Símun hjá Póli skonnartina helvt um helvt, men í 1951 keypti pf. J.F. Kjølbro helvtina hjá Símuni, so at felagið átti hana einsamalla. Eftir hetta varð Polo umbygd til farmafar og fór at sigla við byggitilfari til Klaksvíkar Timburhandil úr Danmark, Svøríki og Noregi. Úr Føroyum flutti Polo serliga fiskaúrdráttir, eitt nú sildatunnur.

Jógvan Páll Fjallsbak sigldi farmasigling við Polo tíggjuáraskeiðið, 1954-1964, meginpartin av tíðini sum skipari.

Í 1967 varð Polo seld havnarmonnum. Sama summarið hendi okkurt við umstýringini, tí Polo fór við ferð inn á Eystaruvág í Havn og tók í botn. Jens Chr. Svabo setti enda á hana, og meðan Polo bakkaði við skrúvuni, eydnaðist at toga hana av aftur.

Farmasiglingini kom kortini ikki so nógv burturúr, tí longu 12. oktober 1968 varð skonnartin søkt millum Stong og Eystnes. Hon varð strikað úr skipaskránni 22. september 1970.

 

Í 1967 fekk farmaskipið Polo trupulleikar við umstýringini. Hon fór við ferð inn á Eystaruvág í Havn og tók í botn. Mynd: Tjóðsavnið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini