Lýsing
Lýsing
Lýsing

Venjarin til Betri kvinnur og 1. deild menn funnin 

SKRIVAÐ: ki.fo  |  03.12.2024 - 13:36 Ítrottur Tíðindi

Tað verður 49 ára gamli danin Allan Drost, sum komandi tvey árini verður høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og næstbesta mansliðnum. 

 

Allan hevur seinastu mongu árini arbeitt við kvinnufótbólti, og hevur til dømis verið høvuðsvenjari hjá Kolding IF og FC Thy-Thisted Q í bestu donsku deildini, har hann í 2021 vann steypakappingina við síðstnevnda. Umframt hetta hevur hann verið U18 høvuðsvenjari hjá OB. 


Frammanundan hevur hann drúgvar royndir sum venjari, eitt nú sum elituvenjari hjá dreingjum í Vejle BK og sum hjálparvenjari í Joinville EC í næstbestu brasilsku mansdeildini, umframt at hann eisini her vandi elsta akademiliðið í felagnum. 


Umframt hægstu venjaraútbúgvingina UEFA Pro-licens, hevur Allan eisini tikið UEFA Elite Youth A-útbúgving, har dentur serliga verður lagdur á ungar úrvalsleikarar. Hansara royndir og vitan eru tí sera viðkomandi fyri arbeiðið við ungu KÍ-arunum, sum í 1. deild verða fyrireikaðir til Betrideildar fótbólt. 


- Vit hava leitað eftir einum venjara við royndum og førleikum til at lyfta kvinnurnar upp aftur á ovastu rók, umframt at hjálpa ungu KÍ-arunum á næstbesta mansliðnum við tí stóru uppgávuni at gerast klárir til Betrideildarfótbólt við KÍ. Eftir drúgvar og góðar samrøður við Allan, eru vit fullvís í, at hann megnar hesa uppgávurnar, og vit eru sera glað fyri at fáa hann til Klaksvíkar, sigur Jonas Nielsen, akademistjóri. 

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru byrjaðar, og nýggi høvuðsvenjarin er spentur at flyta til Klaksvíkar fyrst í januar. 

- Eg gleði meg sera nógv til at hesa avbjóðingina, har eg saman við nógvum dugnaligum fólkum fari at gera alt fyri at røkka málunum fyri KÍ. Vit skulu tora at droyma stórt, og samstundis skulu vit arbeiða hart og eyðmýkiliga, so ivist eg ikki í, at vit hava stórar upplivingar í væntu komandi árini, sigur Allan Drost. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!