Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Um ringa veðrið, sum er í væntu

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.12.2024 - 16:00 Tíðindi Veðrið

Allar forsagnir siga frá ringum veðri seint í kvøld og líka til seinnapartin í morgin. Politi og Veðurstovan biðja fólk um at taka alt leyst inn.

Nú klokkan er 16, er ættin landsynningur, vindferðin 8 til 13 m/s í miðal kring landið. Tað er samdrigið og enn turt í flestu støðum.

Í kvøld fer at regna, og vindurin fer at veksa. Á midnátt er miðalvindferðin 15 til 20 m/s, í støðum upp í 23 m/s. Nakað eftir midnátt fer hann niður í sunnan, og nakrar tímar eftir tað er miðalvindurin 20 til 25 m/s.

Fyrrapartin í morgin gongur hann vesturum til útsynning – sama vindferð og avfall– og soleiðis verður líka til seinnapartin í morgin. Tá fer at minka spakuliga.

Á midnátt í annaðkvøld eru 8 til 13 m/s av vestri.

Økið við nógva vindinum kemur ímóti Føroyum vestaneftir, og tí fer meiri vindur at vera vestanfyri enn eystanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið