Lýsing
Lýsing
Lýsing
Uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði er millum teirra, sum stendur til at missa nógv virksemi, um tað verður so, sum Dennis Holm ætlar. | Mynd: Fuglafjarðar Havn

Nógv minni arbeiði verður á føroysku virkjunum framyvir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.12.2024 - 17:14 Politikkur Tíðindi Vinna

Dennis Holm ynskir, at tað framyvir skal vera loyvt føroyskum fiskiskipum at landa helvtina (50%) av veiðuni uttanlands. Hetta er ein stór broyting frá teimum 15%, sum eru loyvd at landa uttanlanda í dag. Ein teirra, sum er stúrin fyri gongdini, er Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos í Fuglafirði.

 

 

– ”Vit fáa tað problemið komandi ár, at fyrst eru kvoturnar minkaðar heilt ómetaliga nógv. Makrelurin er farin niður í ein triðing av tí, sum hann plagar at vera, og sildin er farin niður í ein fjórðing. Og um ein partur av tí fiskinum so eisini skal landast uttanlanda, so verður virksemi hjá uppsjóvarvirkjunum í Føroyum næsta ár lítið”, sigur Jóhan Páll Joensen, og heldur fram:

– ”Vit fara til eina ov hvørja tíð at fyrihalda okkum til tær fortreytir, sum vit hava fyri at keypa fisk. Men sum prinsipp halda vit ikki so nógv um tað, at føroyingar skulu opna allar hurðar fyri at keypa fisk úr Føroyum, meðan vit ikki hava somu møguleikar til at keypa fisk frá øðrum”, sigur stjórin á Pelagos, og endurtekur, at tað verður nógv minni virksemi í Føroyum.

Høvuðskappingarneytin hjá Pelagos, tá tað kemur til makrel og sild, er Noreg. Og í Noregi er krav, at skipini skulu selja fiskin á norskari uppboðssølu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist