Lýsing
Lýsing
Lýsing
Donald Trump ætlar at víðka nógv um USA, helst beinleiðis um amerikanska sambandsríkið sum land, og í øðrum lagi um ræðisrættin hjá USA | Mynd: Sky News

Øgiligur Trump vil hava Grønland, Canada og Panamakanalina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.01.2025 - 14:25 Politikkur Tíðindi

Tað er ikki óhugsandi, at hervald fer at verða brúkt fyri at fáa ræðið á Grønlandi og Panama-kanalini. ”Helviti fer at bróta út í Miðeystri, um gíslarnir ikki eru leyslatnir 20. januar”. Canada skal gerast 51. staturin í USA. Fleiri teirra, sum lupu á Kongressina í USA í 2021, fara at verða náðað. Alt hetta og meira afturat kom fram á einum tíðindafundi, sum Donald Trump helt í Florida 7. januar

 

 

Komandi amerikanski forsetin Donald Trump legði týsdagin eina heilt greiða ætlan fram um tað, sum kann rópast amerikanska ekspansionismu. Hann ynskir at víðka um USA og vil í tí sambandinum hava ræði á bæði Grønlandi, Canada og Panama-kanalini. Hann avsannar ikki, at ein møguleiki er at brúka hervald fyri at fáa ræði á Grønlandi og Panama-kanalini. Canada skal hinvegin umvendast fíggjarliga til at gerast 51. staturin í USA.   

– ”Vit sleppa av við kunstiga teknaðar linjur og síggja veruleikan, sum hann er, og tað hevði eisini verið nógv best fyri tjóðartrygdina, segði Trump millum annað.

Tað má sigast at vera ein imperialistisk leið, Trump hevur valt, og sum kom fram í røðuni. Hetta er fyrstu ferð, at kortið yvir USA fer at verða broytt síðani 1959, tá Hawaii gjørdist 50. og higartil seinasti staturin í USA. Ein orsøk er heilt víst tað, at Russland hinu megin Atlantshavið eisini er farið at víðka um sítt øki við invasión í Ukraina. Onkur sær fyri sær, at Putin ætlar at endurreisa Sovjetsamveldið, og tað er í hesum ljósinum, at ætlanirnar hjá Donald Trump skulu síggjast.

Tað vóru tó ikki bara ekspansiónsætlanir, komandi forsetin tosaði um. Hann harmaðist eisini nógv um rættarsakirnar ímóti sær og um handfaringina hjá Joe Biden av orkupolitikki; Biden hevði sett nógvar orkureglugerðir í verk, sum Donald Trump ikki dámdi. Eisini svaraði Donald Trump einum spurningi um, hvørt hann fór at náða tey, sum lupu á Kongressina 6. januar í 2021, og har segði hann, at tað fór hann, men noktaði at svara ein spurningi um, hvørt tey, sum lupu á politiið tá, eisini fóru at verða náðað. Um støðuna í Ísrael og Gaza segði hann:

– ”Um gíslarnir ikki eru afturkomnir, tá eg taki við sum forseti, fer alt Helviti at bróta leyst í Miðeystri. Tað fer ikki at verða gott fyri Hamas, og fyri at vera erligur, so fer tað ikki at vera gott fyri nakran”, segði Trump og endurtók, at Helviti fór at bróta út, og legði afturat, at hann ikki hevur fyri neyðini at siga meira um tað.

 

Grønland og Panamakanalin

Hvat viðvíkir Grønlandi, so segði Donald Trump ongantíð beinleiðis á tíðindafundinum, at hann fer at brúka hervald til at taka Grønland. Men tá ið hann varð beinleiðis spurdur, um hann vildi útiloka at nýta hermegi í Panama og Grønlandi, so svaraði komandi forsetin líka beinleiðis: ”Nei”.  Spurningurin snúði seg ikki um Canada. Trump segði, at hann ikki hann avsanna ella vátta tað, men at tørvur var á valdi yvir hesum økjunum til tess at tryggja USA búskaparliga. Trump hevur áður skrivað á sosiala miðil sín um ætlanirnar um at leggja økini afturat USA.

USA bygdi Panama-kanalina í 1914 og USA hevði ræðið á henni fram til 1977. Tá høvdu USA og Panama ræðið í kanalini í felag fram til 1999, tá Panama einsamalt yvirtók kanalina. Hetta segði Trump vera betur ógjørt og ynskir nú ræðið á henni aftur.

Eisini segði Donald Trump, at Danmark má uppgeva Grønland, ella verður høgur revsitollur lagdur á danska framleiðslu. Hann skeyt eisini upp at fáa eina fólkaatkvøðu í lag, har Grønland kann atkvøða fyri loysing ella at koma upp í USA. Hetta verður alt gjørt fyri at verja frælsa heimin, segði Trump.

Allur tíðindafundurin á enskum kann síggjast á https://www.youtube.com/watch?v=LW9c3gk112A

Lýsing
Seinastu tíðindini
Filmur: Søgur úr fuglahúsinum
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin…
Ben Lamin til KÍ
Nógvur vindur í nátt og morgin ári
Royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík
Løgting í myrkri
Grandmas Basement og Herborg Torkilsdótt…
Húsið millum vatna verður av ongum
Torradagar 17. – 22. februar
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
Erik Biskopstø vitjar í Norð­lýsinum
Carmen fyri børn
Elveitingin norður um fjall styrkt
Lands­stýrið hevur tikið eitt lán á 350 m…
Samrøða við Ólá á Gravarbø
Harrapoddur 3 Tórik Rouah
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fól…
Vápnahvíld millum Hamas og Ísrael á trap…
Virðisøking í fiski­vinnuni
Mortan Johannesen til minnis