Lýsing
Lýsing
Lýsing
Áhugin hjá Donald Trump fyri Grønlandi hevur fingið fortíðina at spøkja aftur. Spiralmálið, tvingsilsflytingin av børnum og ikki minst kolonitíðin verða vend í hesum døgum, millum annað tá Danmark ímóti endanum av kolonitíðini gav amerikanarum loyvi at byggja ein basa í Thule og flyta grønlendingar burtur úr økinum | Mynd: dr.dk

Trump fingið beinagrindir at rapla úr ríkisfelags-skápinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2025 - 12:25 Politikkur Tíðindi

Í Debattini á DR2 9. januar komu mong ymisk sjónarmið fram um støðuna, nú Donald Trump vil keypa Grønland og ikki vil avvísa at brúka hermegi til at fáa landið. Eitt av sjónarmiðunum var, at amerikanski áhugin hevur fest eld í ríkisfelagsskapin, og at nú koma konfliktir til sjóndar, sum annars hava verið hildnar uttan fyri almenna kjakið. Ein av luttakarunum orðaði tað sum at ”nú rapla skelettini úr skápinum”.

 

 

– ”Hann hevur sagt tað fyrr, og nú sigur hann tað aftur. Trump vil hava Grønland!”

Soleiðis byrjaði verturin Clement Kjersgaard víðkaðu útgávuna av ”Debattini” á DR2 í gjárkvøldið. Í studio vóru umframt vertin Rasmus Jarlov úr flokkinum Konservative; Nauja Lynge, grønlendskur rithøvundur og fyrilesari; Nauja Bianco, konsulentur og fyrrverandi leiðari av Norðuratlantiska Húsinum; Minik Rosen, professari í geologi á Keypmannahavnar Universiteti; Ole Wæver, professari í stjórnmálafrøði (statskundskab), eisini á Keypmannahavnar Universiteti; Kirstine Dons Christensen, blaðstjóri á Samfund & Politik hjá Zetland; Gry Inger Reiter, blaðstjóri fyri debat & kronik á Information og at enda Christian Bülow, sum er stjórnarlimur og ráðgevi fyri Dansk Folkeparti.

Rasmus Jarlov hevur sovið illa seinastu dagarnar. Hann segði tað gera seg rastleysan, at Danmark hevur havt álit á USA so leingi, men nú verður hótt av teimum. Tað var bæði groteskt og skelkandi. Danskir hermenn hava stríðst lið um lið við amerikanskar í eitt nú Afghanistan. Men alt tað nyttar onki, um Trump fer at søkka niður á støðið hjá Putin, segði hann. Nauja Lynge var hinvegin ikki skelkað. Hon segði at vit longu fingu ein forsmakk í 2019, men kortini er hetta ein ógvislig hóttan, og Grønland varð tikið við buksunum niðri í báðum førum.

Tí tað nýggja í málinum í mun til 2019, og tað sum Debatten í høvuðsheitum snúði seg um, var útsøgnin hjá Donald Trump um, at hann ikki kundi garantera, at hermegi ikki fór at verða brúkt til at fáa Grønland og Panamakanalina undir USA. Hann segði, at USA hevði tørv á teimum báðum av búskaparligum og trygdarligum ávum. Talan er tí ikki bert um eitt tilboð um keyp longur.

Nauja Lynge kom inn á nøkur pínlig mál fyri donsku stjórnina. Hon nevndi Spiral-gøluna, tvingsilsflytingina av grønlendskum børnum og at grønlendarar í Danmark vórðu roknaðir sum eitt ”nationalt mindretal”, hóast talan er um ein ríkisfelagsskap. Hesi viðurskiftini irritera grønlendingar. Koloni-fortíðin blívur við at spøkja, og hon er óvirðilig fyri grønlendingar. Tað ger fundamentið undir ríkisfelagsskapinum skinklandi, segði hon.

Minik Rosing kendi væl hesa myndina aftur við hjálandaveldi og -sølu. Men hann segði eisini, at tíðirnar vóru heilt øðrvísi fyrr. Trupulleikin í dag er meira, sambært honum, at Grønland var so ósjónligt í ríkisfelagsskapinum. Hann nevndi, at grønlendingar skulu læra alt um Danmark, men danir læra sera lítið um Grønland. Men hann helt ikki, at tað var neyðugt at blíva við at tosa um hjálandafortíðina altíð, tá ið framtíðin hjá Grønlandi skal viðgerast. – ”Vit kunnu ikki gera tað umaftur, men vit kunnu gera tað øðrvísi í framtíðini”, segði hann.

Nauja Bianco førdi fram, at tá hon var ung í Grønlandi, so varð tað ongantíð tosað um hesi viðurskiftini, t.e. kolonitíðina. Men síðani tá eru øll skelettini raplað út úr skápinum, og tað ber ikki til at siga, at tann diskussiónin er liðug. Hon helt tað vera neyðugt at tosa um skelettini, men var samd við Minik Rosing í, at tað var ikki neyðugt at taka hesi skelettini við inn í framtíðina.

Komið var inn á, at tá ið danir fáa tíðindi úr Grønlandi, so er tað annaðhvørt av tveimum viðurskiftum: Antin snýr tað seg um stórslignu náttúruna, ella eisini um tragiskar katastrofur. Danir fáa onki at vita um gerandisdagin hjá grønlendingum, og teir flestu hava ongantíð verið í Grønlandi.

Ikki minst fall prátið inn á komandi valið í Grønlandi. Í seinasta lagi tann 6. apríl í ár skal val vera í Grønlandi, og har skulu 31 limir veljast inn í Landstingið, Inatsisartut. Ein av pallborðsluttakarunum segði, at til seinasta valið í Grønlandi (6. apríl 2021, blðm.) komu danskir journalistar til Nuuk við instruksum um at tosa um eina konflikt í ríkisfelagsskapinum, sum als ikki eksisteraði (tá).

Har var bara ongin konflikt at koma eftir, segði panelluttakarin. Ongin tosaði um loysing ella sjálvstýri tá; evnini til valið vóru børn, uran, sjáldsom jarðarsløg og so framvegis. Í ár er sjálvstýrið høvuðsevnið, og nú er ein sera sjónlig konflikt í ríkisfelagsskapinum, sum kanska fer at enda við eini fólkaatkvøðu. Hinvegin var eisini ført fram frá uttanhýsis viðmerkjara, at tað als ikki er vist, at núverandi konfliktin fer at enda við eini loysing fyri Grønland.

Alt orðaskiftið kann síggjast her:

https://www.dr.dk/drtv/se/debatten_-har-rigsfaellesskabet-en-fremtid_498866

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lítil áhugi fyri Føroyum
Seðlarnir koma út kl. 16
Medicus P 53
Nú fæst greiða á spurningi­num um føroysk…
Seinasta prædikan hjá Johan Nielsen
Veðrið um vikuskiftið
Trump fingið beinagrindir at rapla úr rí…
47 hval løgdu beinini í Hvannasundi
Brandur gjørdi góðan túr
Magne Hoseth hevur fingið nýtt starv
Landingarmiðstøðin Barið í Tórshavn keyp…
Grind verður hildin til
At vera eitt land ella ikki at vera eitt…
Símun Kalsø til EB/­Streym
Útróðurin á Stongunum ótolandi umstøður
Rani: - Eg fari at geva mína fyrstu bók…
- Vit kundu lættliga blivið nummar eitt
Grindin ikki dripin í kvøld
Botnfrádráttur & fátækradømi
Størsta nýggjársbrakið verður sent beinl…