Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein kongur og annar á útróðri | Mynd: Savn

Mortan Johannesen til minnis

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  15.01.2025 - 14:33 Mentan

Ein kongur og annar á útróðri - 17.09.1942 – 17.11.2024

Vágsbotnur hevur í øldir havt sína serligu tilveru: eitt fjølbroytt vinnulív, tíðum øðiligan, vandamiklan uppgang fyri skip og bátar, og hartil høvi hjá fjøld av fólki at hitta onnur, sum komu av ella fóru á bygd við mjólkarbátunum.

Eisini serskøltar býarins, sum onkur løgin tokki hevur hingið uppi í - líka frá Rubekki, gamla, til Mortan, Mortan hjá Andreasi, sum andaðist herfyri.

Ungur við áræði
Bara 11 ára gamal fór Mortan fyrsta túr sín til Grønlands við pápa sínum, sum førdi trolaran “Kallsevni”, og ikki fekk Mortan nógvar kveikjandi heilsur frá lærara sínum tann seinasta skúladagin; men hesin skuldi fáa annað at síggja, tí fá ár seinni var Mortan rokaligur skipari á bæriligum trolarum sum Brandi Sigmundarsyni, Sisimiut í Grønlandi, Polarborg I og II v. m. og ágrýtin laksaalari umframt mong ár formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.

Mangir mugu hava kent tað sum skarvslop - hetta umskiftið - ein túr at vera tignarligur skipari, sum sambært lóg er (her eftir minninum): “Skipperen er højeste myndighed på skibet”, og í viðmerkingunum: “ - og den myndighed deler ham ikke med nogen.” - og so ein annan túr - ella seinni í lívinum – knappliga aftur bara vera ein vanligur arbeiðsmaður, sum má hugsa um dagin og vegin fyri seg og síni.

Men hetta kláraði Mortan við ein glans: komin nakað til árs, uppilagstur, fekk sær útróðrarbát, royndi úti á bankanum, einsamallur, og lat bátin bara reka eftir vild, meðan hann óttaleysur fekk sær ein tiltrongdan lúr, meðan dagsett var, við einari lanternu í húna hátt -  og so aftur í sving. Soleiðis var hann.

Hann kendi seg eitt við havið og umhvørvið og minti ikki sørt um “Gamla mannin og havið” eftir Ernest Hemingway.

Døgurðamatur
Mortan seldi í mong ár fisk og annan døgurða mat í Vágsbotni, sum Ruth, góða kona hansara fyri lívið, hjálpti honum at gera til. Hesa kvinnu, sum hann mangan tók til og saknaði so sáran.

Eins og hann læt øll um landið vita um, hvussu findarfegin hann var, at hann á seina lívsdegi sínum kom at kenna Beate.

Øll kendu Mortan, og hann var líka við øll, ja, um tað so var tann núverandi Fríðrikur kongur 10. - við honum á floti - kanska í “Fleska-íðuni” – ella hann kom at hitta nakrar nasadjarvar “silicon-damur” við grinda-fobi úr Amerika, so var Mortan tann sami og við egnari meining afturvið.

Og altíð klárur til hjálpar um boð vóru eftir honum - eitt nú at rigga sjómannatúrar til yvir á Eysturlandið.

So orðkringir
Mortan bar av og á okkurt stutt, gott orð fram í salinum, sum eisini liggur væl fyri hjá hesi fólkaferðini.

Mong minnast enn hesar báðar oratorarnar, Kaj og Hans Paula, siga eksistentiel fyndarorð frá brúgvar veinginum á Skálabergi og Jóannes Paturssyni til fólkið, sum samankomið var at siga skipi og manning farvæl, táið lagt varð frá landi í Klaksvík til fiskiskap á fjarum, hættisligum og fongríkum leiðum.

Sjómannatúrur
Táið vit komin til bryggju á Seydisfirði, varð øllum greitt, at ikki var klúgvandi upp um tann yvir 600 m høga hálsin omanfyri Seydisfjørð fyri fannmiklum kavaroki, so har mátti onnur ráð takast til dagdvølju hesar báðar dagarnar umborð – har vit lógu so svínabundin. 

Men tað kláraðu Mortan og onnur sum ein royk aftur við nógvum práti, søgum og undirhaldi.

Eisini hevði Sonni Johannesen eina stak væleydnaða frásøgn - uttan handrit - frá royndum sínum av ágangandi norskum rættarmyndugleikum eystanfyri, har ið heili tvey ár á tamb gingu, áðrenn hesir góvust, tí einki var at koma eftir - og hetta var, táið hesir eru “fittir”, legði Sonni skemtandi afturat (!).

Treytirnar
Fyri okkum, sum ikki fyrr høvdu roynt tað brúnasíða, ískalda Ísland til skips, var ferðin ógloymandi. 

Allur Dalatangi og fjørðurin inneftir var hvítur av frosti við ísa køldum snjóroki frá tí herviliga høgættar storminum. 

Tí, sært tú! Hetta vóru tær harðbalnu umstøðurnar, ið okkara forfedrar, sum 14 -15 ára gamlir deingir áttu í lut og væntu – bara fyri einum góðum ættarliði síðani.

Táið mamman - umsorgarfull – ja, eingin verður nakrantíð nóg gamal til at missa mammu sína - stappaði tað besta av ullintum klæðum í skipssekkin, og ofta legði eitt Nýggja Testamenti ovast, sum eina inniliga heilsu um lesnað og við eymari vón um góða ferð og afturkomu við góðum fongi.

Ódnin á Kappanum
Tað var tann  30. januar 1959, táið tað - “ósøkkandi” - ferðamannaskipið “Hans Hedtoft” á ferð til Danmarkar á Kappanum bleiv rakt av ísfjalli, og sakk í djúpið við 95 fólkum umborð.

Neyðarkall varð sent út, og skip stødd har á leið royndu at koma til hjálpar, eins og “Fiskanes” royndi tað við Hans Paula Johannesen sum skipara. Men einki hjálpti. Tí illveðrið var so ovurhonds, at øll skip høvdu nokk fyri at lívbjarga sær sjálvum.

Antennan var yvir ísað, og tað sum verri var, at ljóskastarin var slóknaður, og at liggja í kolandi havódn millum rekandi ísfjøll á kolsvartari polar-nátt – kann ein illa ímynda sær.

Tá bað skiparin nakrar djarvar ungar menn herja upp á brúgvar takið, fyri at fáa nýggja peru í ljóskastaran, og hesir vóru: tann hegnigi Óli Dahl-Olsen, “Jutt”, tiltikni Júst Jacobsen av Kirkju, Ivan Jacobsen úr Vestmanna og Mortan, bara 16 ára gamal. 

Absalon Absalonsen var við at binda línu á teir og stóð sjálvur á endanum við tørni, um nakað skuldi komið illa fyri. 

Og tað eydnaðist.

Landnyrðingur á Kappanum
Á brúnni á “Fiskanes” henda ódnar túrin vóru tríggir úrmælingar: Hans Pauli, Dánjal Jákup Berg úr Nesi, Hvalba og Poli (Napoleon Johannesen).

Helst hevur Poli her stigið í karakter við, sum tann framúr sjómaður hann var, og sum Hans Paula sjálvur segði fyri mær, um næst yngsta beiggja sín Pola: “Vit brøður hava ikki verið bangnari enn onnur á sjónum, men Poli er sum pápi okkara, størri vandin er á sjónum, meiri ísa kaldur er Poli!”.  

Og um nakar visti av ovurhonds vanda á sjónum, so kendu Mortan úr Hvannasundi, gamli, og hansara synir til havsins villskap á sinni í 1935 á Kappanum, táið “Blithesome” sakk og allir 16 mans haðani frá blivu - meðan ódnin leikaði í - stjóraðir yvir á ta spískt bygdu sluppina “Coraliu”, har ið Kaj, elsti sonurin, bara 25 ára gamal, var skipari.  

Bein avgerð
Høvdu teir á “Fiskanesi” valt at leita enn longur út frá Hvarvinum hesa náttina, so lógu vit allir 27 mans sum beinagrindir á kappanum í dag, vóru bæði Mortan og Absalon samdir um, einaferð teir báðir greiddu frá hesi ódnarferð í salinum í Kaldbak – og nú er bara Absalon (f. 1939) eftir á lívi. 

​-    -   -   -   -   -   -   -   

Eftir er bara, loksins, at taka saman um, at tann mansligi og mælski Mortan Johannesen, hjá Andreasi, er og verður saknaður av mongum fram við tað serstaka sølutorgið í Vágsbotni.

Arnstein Niclasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virðisøking í fiski­vinnuni
Mortan Johannesen til minnis
William Heinesen 125 ár
Neyðhjálp til Vanuatu
Óli á Gravarbø vitjar í Norð­lýsinum
Nýggjur stjóri í Magn
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár