Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgting í myrkri

SKRIVAÐ: Liljan Weihe, Tjóðveldi  |  16.01.2025 - 16:59 Politikkur Tíðindaskriv

Meðan ríkisfelagsskapurin er í einum av størstu uttanríkispolitisku kreppunum í nýggjari tíð, frættist onki um hetta í politisku skipanini í Føroyum. 

 


Orsøkin er líka nógv skipanarlig, sum politisk. Men margháttliga støðan staðfestur tørvin á, at okkara ríkisrættarliga støða má broytast og mannagongdir mugu skipast, so tær hóska til uttanríkispolitiska veruleikan í 2025.


Simon og Henrik, men ikki Bárður og Beinir

Í løtuni er tað soleiðis, at danski socialdemokraturin, Simon Kollerup, og moderaturin, Henrik Frandsen, vita meira um uttanríkispolitisku støðuna í Føroyum enn Beinir Johannesen og Bárður á Steig Nielsen, andstøðuformenn á Føroya Løgtingi. Eisini føroysku fólkstingsumboðini vita meira enn løgtingsfólk og uttanlandsnevndarlimir í Føroyum.


Í síðstu viku vóru øll floksforfólk í Fólkatinginum boðin á fund hjá forsætisráðharranum, Mette Frederiksen. Eisini uttanríkis- og verjumálaráðharrarnir, Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen, luttóku á tí fundinum. Har bleiv politiska skipanin - samgonga, andstøða og umboðini úr Føroyum og Grønlandi - kunnað um støðuna.


Av tilvild var eisini ríkisfundur á skrá í síðstu viku, so Føroya løgmaður og landsstýrisfólk, sum eisini eru forfólk í samgonguflokkunum, blivu kunnað um støðuna.


Men enn eru ongin skipað kunning borin víðari í føroysku politisku skipanini - hvørki til samgongu ella andstøðu.


Stirvin og ótíðarhóskandi skipan

Føroyska tingskipanin er slett ikki gearað til slíkar støður. Hon loyvir ikki løgmanni ella landsstýrisfólkum at møta í Uttanlandsnevndini og kunna Løgtingið um stórpolitisk mál. 


Uttanlandsnevndin verður bert kallað saman, tá talan er um ráðførslur í heilt ítøkiligum málum (t.d. fiskiveiðuavtalur) ella til vanligar lógarviðgerðir.


Danska uttanríkispolitiska nevndin, UPN, var hinvegin kallað saman í dag. Har fingu fólkatingslimirnir í nevndini (Simon, Henrik v.fl.) m.a. kunning um samrøðuna, sum Mette Frederiksen hevur havt við Trump, um ynski hjá komandi forsetanum at keypa Grønland og um amerikansku toll-hóttanirnar móti donsku vinnuni. Ein støða, sum eisini danskt vinnulív er blivið kunnað um á fundi í forsætismálaráðnum. Kunning, sum føroyska vinnan helst eisini eigur at fáa.


Opinleiki og gjøgnumskygni

Okkara ríkisrættarliga støða verður broytt. Status quo er ikki ein møguleiki. Tað eru stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapininum samdir um. Breið politisk semja er eisini í øllum trimum londunum um broytingar og víðkaðar heimildir.


Vit skulu tí finna útav, hvat vit í Føroyum kunnu semjast um - og hvussu hetta skal fremjast í verki.


Til tað mugu vit vera væl ílætin juridiskt og politiskt og sjálvsagt vera kunnað á jøvnum føti við hini, so vit ikki taka avgerðir í blindum.


Liljan Weihe, Tjóðveldi
- og limur í Uttanlandsnevndini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…