Lýsing
Lýsing
Lýsing

Filmur: Søgur úr fuglahúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2025 - 08:34 Mentan Tíðindi

Fyrsta sýning verður á Klaksvíkar Bókasavni í dag kl. 13

Fríggjadagin og leygardagin fara vit at sýna film á barnabókasavninum - við føroyskari talu!

Í samstarvi við Barnafilmsfestivalin fara vit at hava eina røð av stuttfilmum koyrandi á bókasavninum fríggjadagin kl. 13.00-16.30 og leygardagin kl. 10.30-13.00

 

Eitt sindur um filmin:

“Søgur úr fuglahúsinum” er ein røð av stuttfilmum, sum byggja á 9 ymiskar barnabøkur eftir víðagitnar teknarar. Vit hitta eitt nú ein mann, sum við hjálp frá fuglum roynir at læra seg at flúgva; og eitt áarross, sum smæðist um sína stóru rumpu; og ein pingvin, sum altíð er kaldur; og Matthew, sum stúrir fyri, at pápin ikki heintar hann í barnagarði, um grøni bilurin hjá teimum gongur fyri. Eisini dreingin Gaston, sum gongur og melur við einum fugli á høvdinum; og fimm løgnar vinir, sum fáa vitjan av einum óvanliga spennandi manni; og ein fugl, sum av óvart etur eina stjørnu; og at enda verður ein vøkur endurtulking av Tummilinu eftir H.C. Andersen.

Tað er franska filmsfelagið Dandeloo, sum hevur latið filmin úr hondum.

Upprunaheiti: La Cabane aux oiseaux
Longd: 75 min
Framleiðsluár: 2018
Land: Frakland
Leikstjóri: Célia Rivière
Týðing: Dania O. Tausen
Røddir: Dania O. Tausen við familju
Aldursmark: 3+

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…